Fótbóltur
Eitt stig í part og einki mál.Tað var úrslitið, eftir at Skála og B71 høvdu stríðst í hálvan anna tíma í uppgerð, sum var undirhaldandi, hóast eingi mál vórðu skorað, og sum hevði havt uppiborið, at mál vórðu skorað.
B71 er framvegis í evarska lítlum vanda fyri at flyta niður. Um tað skuldi gingið heilt av skriðuni, og B71 um ein stóran mánað noyðist tungu leiðina niður í næstbestu deildina, so er skjótt at finna stigini, sum kundu havt bjargað temum sessin í bestu deildini.
Serliga í 1. hálvleiki vóru sandoyingar grammir og uppsettir, meðan heimaliðið tóktist sera lítið avgjørt.
Clayton Soares, sum annars plagar at vera ógvuliga tryggur, misnýtti úr góðari støðu, tá ið hann sendi við síðuna av málinum, og tað gjørdu eitt nú ungu menninir Rasmus Nielsen og Gudmund Nielsen eisini.
Fyrsta hálva tíman spældu sandoyingar fótbólt, og teir fingu loyvi at spæla á stórum parti av vøllinum. Heimaliðið lá aftarlaga, og tá ið skálamenn fingu fatur á bóltinum, so var tað so skjótt, at teir servaðu hann yvir aftur á mótstøðuhálvuna, har tað so var luturin hjá Boga Gregersen og Debus Danielsen at jagstra bóltin. Tað vóru vánaligar fyritreytir hjá álopsspælarunum, og B71 var skjótt aftur á kroppinum á Skálaverjuni.
Síðsta korterið undan steðginum fótaði heimaliðið sær, og í 2. hálvleiki, tá ið skálamenn høvdu fríska lotið undan, vóru teir væl betri við, enn teir høvdu verið.
Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir var um reppið, at Skála legði seg framum, men stútarin hjá Debusi Danielsen fór omanfyri málið. Alexandur Johansen hevði eisini góðan møguleika at skora fyri heimaliðið.
Í hinum endanum var B71, eftir at lítið korter var farið av 2. hálvleiki, um reppið at fáa mál, men bólturin brast í stólpan.
Fyri báðar partar kom tað illa við, at stuðulsspælarar noyddust av vøllinum, tí teir vóru skaddir. Miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist Skála liðformaðurin, Pauli G.Hansen, at taka seg aftur, eftir at hann í nærdysti var vorðin skaddur. Á vøllin í staðin fyri hann kom Slavisa Kaplanovic, sum hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss á liðnum.
B71 toppskjúttin, Clayton Soares, noyddist fimm minuttir undan steðginum at taka seg aftur. Í hansara stað kom blaðungi René Clementsen, sum ikki hevur spælt á besta liðnum.
- Tað er torført at seta seg upp, tá ið støðan hjá okkum er, sum hon nú er. Vit fara hvørki uppeftir ella niðureftir, staðfestu skálamenn.
- Sjálvandi iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál burturúr góðu møguleikunum. Men hugburðurin var góður, og tað hevur stóran týdning, tá ið vit hugsa, hvussu gongdin hevur verið seinastu ferðirnar, staðfestu sandoyingar.