Stórt endurgjald fyri kynsliga misnýtslu

Í USA hevur ein dómstólur dømt skótafelagsskapin Boy Scouts of America at rinda einum manni 100 milliónir krónur í endurgjaldi, tí maðurin bleiv kynsliga misbrúktur, tá hann var skóti í felagsskapinum.

Tann nú 38 ára gamli Kerry Lewis hevur greitt frá, at hann bleiv kynsliga misbrúktur, tá hann var 11 og 12 ára gamal, og at tað var ein skótaleiðari, sum gjørdi seg inn á hann.

Skótaleiðarin, tann nú 53 ára gamli Timur Dykes, hevur viðgingið, at hann hevur misbrúkt fleiri børn kynsliga. Hann er tríggjar ferðir dømdur fyri kynsligan ágang.

Boy Scouts of America er ein av teimum størstu skótafelagsskapunum í USA.