Størstu fótbóltsprofilarnir 09

Uppgávan at velja 10 teir størstu profilarnar í føroyskum fótbólti er alt annað enn løtt. Tað veldst jú um, hvørji kriterium verða nýtt í útveljingini. Fyri at lætta um útveljingina – og fyri at einki lið skal setast eftir – havi eg valt at taka ein spælara úr hvørjum liði, og so kunnu fólk vera samd ella ósamd í teimum grundgevingum, sum liggja handan valið.

HB - Fróði Benjaminsen

Við heitinum sum ársins leikari er sjálvsagt, at Fróði Benjaminsen er størsti profilurin hjá HB. Miðvallargeneralurin hevur í fleiri ár prógvað, at hann er ein tann mest kompletti spælarin í føroyskum fótbólti við bæði tekniskum og fysiskum dygdum. Serstakliga tí hann hevur framúr dygdir bæði fram- og aftureftir vøllinum, og sum box-til-box spælari eru hansara evni framúr. Nakað sum føroyska landsliðið eisini hevur havt alstóra gleði av.


EB/Streymur – Arnbjørn Hansen

Hóast ein formniðurgongd og argandi skaðar fyrra partin av kappingarárinum høvdu við sær, at EB/Streymur ongan tíð kom heilt fram í oddin í ár, so er Arnbjørn Hansen sterkasta kortið hjá tvífaldu silvurvinnarunum. Evnini at standa á rætta stað til røttu tíð eru framúr, og seinasta partin av kappingarárinum rann Arnbjørn upp eftir máltindunum, tó at hann ikki rakk heilt á toppin í ár. Hevur hartil framúr styrki í luftspælinum, og tað var nakað, sum litavar eisini máttu sanna, tá teir máttu nakkalangir av Svangaskarði.


Víkingur – Andreas Lava Olsen

Tað sigur ikki so lítið, at Andreas verður valdur sum stóri profilurin á einum liði, sum eisini telur Súna Olsen, sum í mong ár hevur talst millum fremstu føroysku fótbóltsspælararnar. Lava-maðurin hevur tó fram um alt nakrar dygdir, sum vit ikki hava sæð í føroyskum fótbólti, síðani Todi Jónsson var upp á tað besta. Vantandi fótbóltsliga uppalingin ger hann til ein óortodoksan álopsspælari, sum altíð er førur fyri at gera tað óvæntaða, og eksplosiva antrittið er snøgt sagt í altjóða flokki.


NSÍ – Bogi Løkin

Hóast hann ikki altíð er tann spælarin, ið tú best leggur ti merkis, so er Bogi ein ómetaliga týðandi partur av liðnum hjá NSÍ – og fyri tað eisini føroyska landsliðnum. Hevur sera gott bóltskil, og kemur sær tí sjáldan í óføri. Tekniskt telist hann millum teir heilt frægu í føroyskum fótbólti, og tá tað ræður um arbeiðsøki, er neyvan nakar, sum rennur fleiri kilometrar enn hann ígjøgnum ein dyst. Tí røktar hann eitt sera stórt arbeiðsøki í verjupartinum, eins og hann nærum altíð er við frammi í álopinum, tá mótstøðumálið skal hóttast.


B68 – Nenad Stankovic

Hóast Ahmed Keita kanska er størsta stjørnan hjá toftamonnum, so hevur tilgongdin av Nenad Stankovic verið sera týðandi hjá liðnum. Árini á Skála, í Runavík og nú á Toftum hevur Nenad prógvað, at hann uttan iva er besti defensivi miðvallarin í landinum. Evnini til at seta mótálop ígongd, bara brotpartar eftir at bólturin er vunnin, eru framúr, og hesin eginleikin ger, at Nenad sera ofta hevur triðja- ella fjórðseinasta fótin á teimum málum, sum lið hansara hava skotið.


AB – Nikolaj Eriksen

Ein stórur partur av frágreiðingini til niðurtúrin hjá AB miðskeiðis í kappingini var fráveran av Nikolaj Eriksen. Tí AB við og uttan danska framherjan var als ikki sama liðið. Sum target-spælari er danin í serflokki, og talan er veruliga um ein áleypara, sum verjuspælarar hata at dekka. Ikki minst tí tú veruliga merkir hvønn tann einasta nærdyst. Støðuga arbeiðsorkan ger, at Nikolaj fyrr ella seinni í dysitnum brýtur verjugarðin, og umframt sjálvur at avslutta væl, hevur hann eisini víst eitt sera gott hegni at finna leysar viðspælarar.


ÍF – Andy Olsen

Runavíkingurin hjá ÍF fekk við kappingarlok løn fyri hart arbeiði, tá hann var við á landsliðsferðini til Rumenia. Sum kantspælari hevur hann nakrar framúr dygdir. Serstakliga við hørðu og skrúvandi innleggunum, sum ofta liggja illa til verjuna men væl til áleypararnar. Í ár er hetta eisini kryddað við einum nógv meira beinleiðis spælistíli, har Andy støðugt hevur verið ein hóttan móti mótstøðuverjunum, eins og arbeiðsinnsatsurin støðugt hevur ligið væl oman fyri meðal.


B36 – Róaldur Jacobsen

Sum bóltspælari er Róaldur uttan iva eitt tað størsta talentið, sum føroyskur fótbóltur hevur fostrað. Hevur eitt intuitivt yvirblikk av tí slagnum, sum ikki kann venjast, og hetta ger, at hann altíð hevur góða tíð á vøllinum. Líka mikið, hvørja mótstøðu talan er um. Hevur hartil góðan bóltførleika, stóra arbeiðsorku og ein góðan sparkiteknikk. Enn kann fysiskkurin betrast, men verður hann tað, kann talan lættliga gerast um næsta føroyska profilin, sum ger um seg í fremstu røð uttanlands.


KÍ – Jákup Mikkelsen

Hóast niðurflytingin ikki var tað, sum Jákup ætlaði sær, nú heystið á hansara yrkisleið er um at vera runnið, so kann landsliðsmálverjin á ongan hátt lastast fyri hesa. Tvørtur ímóti var hann í fleiri dystum garanturin fyri, at tapini hjá unga KÍ-liðnum ikki gjørdust enn størri, og hóast mótrákið gjørdist eyka hart, tá leikluturin eisini var at vera hjálparvenjari, gekk Jákup støðugt á odda í stríðnum hjá KÍ. Í landsliðshøpi hevur hann eisini støðugt skarað framúr, og tað var ein profilur av teimum heilt stóru, sum beyð føroyska landsliðnum farvæl mikukvøldið.


07 Vestur – Jens Erik Rasmussen

Bara tað at tú sum 41 ára gamal framvegis kann gera teg galdandi í fremstu røð, er nakað heilt, heilt serligt. Miðvingurin á vágaálopinum tykist tó á ongan hátt nervaður av føðibrævinum, sum er eldri enn hjá nøkrum øðrum av teimum, sum hann í ár kappaðist við. Bóltførleikin hevur altíð verið framúrskarandi, og hóast kropsligi veikleikin kanska viðførdi, at landsdystirnir gjørdust ov fáir í tali, hevur Jens Erik seinastu 24 árini talst millum mest undirhaldandi føroysku spælararnar. Og hóast niðurflytingin gjørdist veruleiki, so skal eingin verða bilsin, um Jens Erik Rasmussen fer at eiga týðandi leiklut í royndunum hjá 07 Vestur at spæla seg upp aftur í Vodafone-deildina.