Skipabygging
Sigast kann ikki annað enn, at leirvíkingar saman við góðum kreftum her heima og uttanlands rættiliga havt spílað seg út í sínum ætlanum innan supply-vinnu. Íløgurnar, sum eru ætlaðar í trimum nýbygningum, eru tær størstu nakrantíð í føroyskari skipasøgu.
Fyrsta skipið av tveimum kemur á Havnina leygardagin, og seinni í heyst kemur ætlandi næsta skipið, um alt gongur sum ætlað.
Sáttmáli er eisini um eitt triðja skip, men støðan á altjóða fíggjarmarknaðinum ger, at ein ávísur ivi er um henda sáttmála beint í løtuni. Øll vita, hvussu tað hevur gingist fleiri bankum og fíggingarstovnum kring um í heiminum seinasta árið og millum teir, sum stóðu aftanfyri verkætlanina, var Landsbanki Íslands.
Tað er annars Eik Banki í Føroyum, ið stendur sum samskipari av fíggingini av stóru íløgunum, sum leirvíkingar saman við øðrum hava gjørt og arbeiða við.
Høvuðsfelagið aftanfyri alt hetta byggivirksemi er Supply Service í Leirvík.
Felagið, ið eigur fyrsta supply-skipið Eldborg, sum kemur leygardagin, er P/F Eldborg, og síðan er tað P/F 6. September 2007, sum kemur at eiga næsta skipið og ætlandi triðja skipið eisini.
Íløgan, sum Supply Service soleiðis ger í hesi bæði fyrstu skipini, liggur omanfyri hálva miljard krónur í okkara peningi. Taka vit so eisini sáttmálan um triðja skipið við, verður talan um íløgu, sum er størri enn íløgan var eitt nú í Norrønu, sum var størsta einstaka skipaíløga í Føroyum.
Supply Service gjørdi ikki allar sáttmálarnar í somu løtu, men yvir stutta tíð, og tí kunnu vit av røttum siga, at henda íløgan tilsamans er hin størsta skipaíløgan í Føroya søgu nakrantíð.
Stór umsiting
Orsøkin til, at felagið í Leirvík gjørdi av at gera sáttmála um trý supply-skip um somu tíð og at kalla eftir somu tekningum, er, at slíkt virksemi krevur lutfalsliga nógva umsiting, og tí verður raksturin av slíkum felag hugsandi eisini skilabetri og rationellari, tá talan er um fleiri enn eitt skip – og helst ikki minni enn trý skip.
Tað hevur verið ógvuliga stríggið hjá teimum fólkum, sum standa aftanfyri Supply Service, at fáa allar góðkenningar til vega til virksemi í hesi vinnu. Føroyar eru smáar innan tænastuveiting í oljuvinnu, og krøvini eru strongd og umfatandi. Tí er tað ikki bara sum at siga tað at sleppa framat í hesum høpi.
Supply Service hevur nógv og gott fólk aftrat sær og hevur soleiðis eisini roynt fólk innan supply-vinnu.
Eldborg hevur fingið ein fýra ára sáttmála um veitingar, sum felagið er sera fegið um. Soleiðis er virksemið hjá hesum skipi og teimum 22 monnunum, sum verða knýttir at skipinum, eisini tryggjað rúma tíð fram.
Á heimasíðuni hjá felagnum er møguleiki hjá fólki at søkja um kjans við supply-skipunum hjá leirvíkingum, og felagið dylur ikki fyri, at stórur áhugi hevur verið at sleppa við skipunum.
- Jú, vit hava fingið nógvar fyrispurningar, og tað er áhugavert, at áhugin fyri at manna skipini er so stórur, siga tey hjá Supply Service.
Tað eru ikki fiskimenn, sum sigla ella áður hava siglt hjá Justinussen-monnunum í Leirvík, sum nú fara at manna Eldborg. Førleikarnir, sum krevjast í oljuvinnu og fiskivinnu, eru ikki teir somu og allir, sum sigla við skipum hjá Sjóborg, hava kjans við verandi skipum – tað veri seg í ísfiska-ella rækjuvinnu. Soleiðis eru allir 22 menninir, sum nú verða knýttir at Eldborg, nýggir í felagnum í Leirvík.
Móttøka í Havn
Skrokkurin á hesum fyrsta skipinum av tveimum – ella trimum – er smíðaður í Turkalandi, og síðan er skipið gjørt liðugt í Noregi. Byggikostnaðurin liggur um 240 miljónir krónur. Seinni skrokkurin hjá leirvíkingum er smíðaður í Portugál, og hin triði er eisini smíðaður í Turkalandi. Byggikostnaðurin fyri skipið, sum ætlandi kemur til heystar, fer at liggja um 285 miljónir norskar krónur.
Orsøkin til, at Eldborg ikki kemur á Leirvík, hagar Sjóborg gjøgnum árini er komin við fleiri nýbygningum, er í stuttum, at skipið er ov stórt til tess. Longdin liggur um 80 metrar og breiddin um slakar 18 metrar.
Skipað verður tí fyri stórari móttøku í Havn leygardagin klokkan 14, tá skipið kemur. Almenningurin verður boðin umborð, og seinni um dagin verður døgurði fyri innbodnum.
.? ? Skiparar við Eldborg verða Jan Kristoffersen og Einar Vang, báðir úr Havn.? ?
Skipið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini (FAS).? ?