Størsti NSÍ sigur á Svangaskarði

Sigurin hesa ferð var tann fjórði á Svangaskarði hjá NSÍ í landskappingardysti, og hann var størri, enn allir hinir tríggir tilsaman

B68-NSÍ

Ongantíð áður hevur NSÍ vunnið við so sannførandi úrsliti, tá ið teir í landskappingar ørindum hava verið á Svangaskarði, sum teir megnaðu sunnudagin. Tær ferðirnar, tá ið NSÍ hevur vunnið á Toftum, hevur heimaliðið ongantíð skorað mál, men talan hevur ikki verið um so stórar sigrar, sum tann hesa ferð var.
Í 1987, í 1991 og í 1997 vann NSÍ á Toftum. Í 1987 og fýra ár seinni vunnu teir 1-0, og í 1997 vunnu teir 2-0. Størsti NSÍ sigurin á heimavølli ímóti B68 var í 1999. Tá var úrslitið í Runavík 5-0 til heimaliðið.
Hóast B68 hevur vunnið ofta á heimavølli ímóti NSÍ, so hevur talan ikki verið um serliga stórar sigrar. Tann størsti var í 1995, tá ið úrslitið var 4-1. Sama árið vunnu toftamenn størsta sigurin nakrantíð í Runavík. Tá var úrslitið 5-0 ella tað sama, sum NSÍ sunnudagin fór av Svangaskarði við.
Eingin NSÍ spælari hevur verið við til at vunnið allar fýra ferðirnar á Toftum. Jens Martin Knudsen, sum ikki hevði stórvegis at gera sunnudagin, var við í fyrsta sigrinum í 1987 og aftur í 1991 og nú sunnudagin.