Størsti hálvárligi fólkavøkstur síðani 2003

Fólkatalið varð uppgjørt til 48.678 tann 1. juli 2008. Hetta eru 231 fleiri enn árið fyri og 274 fleiri enn við ársbyrjan. Hetta er tann størsti fólkavøkstur eitt hálvár síðani 2003.

Fólkavøksturin í Føroyum er mestsum altíð størstur fyrra hálvár. Seinastu fýra árini hevur vøkstur verið í fólkatalinum fyrra hálvár, men minking seinna hálvár. Hetta hevur so aftur havt við sær, at fólkatalið bert er vaksið við stívliga 250 fólkum í tíðarskeiðinum 1. juli 2004 til 1. juli 2008.

Tal á føddum og deyðum er rættiliga støðugt í Føroyum, so tey hálvárligu sveiggini stava frá flytimynstrinum. Flytingin í Føroyum er lutfalsliga stór, og hon ávirkar fólkatalið meira enn dupult so nógv sum talið á føddum og deyðum. Ein stórur partur av flytingini er í samband við útbúgving, so fráflytingin er altíð størst seinna partin av summarinum. Tilflytingin hinvegin er vanliga størst fyrst á sumri, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.