Sjálvt veteranurin og stýrimaðurin á føroyska liðnum, Óli Johannesen, staðfestir, at tað er meira enn »bara« ein vanligur landsdystur, nú talan er um heimsmeistararnar. Eisini hóast fyrireikingarnar í størst møguligan mun eru tær somu, sum tær vanliga eru.
- Vit kunnu sjálvandi royna at fáa ta hvíld, sum vit skulu. Kanska meira vætu og betri føði, so vit fáa tey fáu prosentini eyka. Og so skulu vit sjálvandi eisini vera topp-motiveraðir, nú tað eru sjálvir heimsmeistaranir, sum vit skulu stríðast við.
Nú hevur tú verið við í fyrireikingunum til 80 landsdystir ella so. Er tað munur á teimum undanfarnu 80 og so hesum eina dystinum móti liðnum, sum er best í heiminum?
- Tað merkir man týðiligt. Tað verður tosað nógv meira um mótstøðuna. Hvørjir teir eru, og nær teir koma. Og venjingarnar sjálvar eru nógv meira intensar. So hetta er heilt víst ein serstakur dystur fyri okkum allar í hópinum.











