Bøurin í Koltri er víður, og stórur partur liggur enn sum teigalendi, býtt sundur í teigar, sum vísa aftur á forna kornvelting og akurskurð. Teigarnir fylgja lendinum fallandi og siga frá tí ovurhonds stóra arbeiði, ið hevur verið hjá undanfarnum ættarliðum at velta og fáa sum mest burtur úr jørðini. Hetta er størsta varðveitta teigalendið í Føroyum. Mesti bøurin hevur kortini verið graslendi til vetrarfóður hjá kríatúrunum. Stórur partur av grótgørðunum uttan um allan bøin stendur uppi enn og vísir, hvussu meira og meira varð tikið inn og velt. Hagin er øll oyggin uttanfyri garðarnar. Hann er við grótgarði tvørtur um Kolturshamar býttur sundur í undirhagan, har neytini hava gingið – og so tann ovara hagan hjá seyðinum at vera um sumrarnar, til neytini vórðu sett á bás, og seyðurin slapp omanaftur í undirhagan.