Størsta stjørnan fer um teir 60 landsdystirnar

Hallur Hansson var tann átjandi føroyingurin, sum rakk 50 landsdystum

Tað er rundur dagur á landsliðnum ídag, tá ið Lettland verður gestur á Tórsvølli. Talan er um ein av rundu døgunum, ið sjáldan koma fyri.

Mikukvøldið, tá ið Føroyar taptu 4-0 á útivølli ímóti Danmark, varð Jóan Símun Edmundsson skiftur inn í seinna hálvleiki. Tá var hann fyri 59. ferð á landsliðnum. Jóan Símun man fara at vera at síggja á vøllinum í dag. Um tað verður frá fyrsta bríksli ella seinni fæst at síggja. Tá ið hann fer á vøllin í dag, verður hann sjeyndi spælarin, sum røkkur 60 landsdystum.

29 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, sum nú umboðar Arminie Bielefeld í týsku bundesliguni, var fyrstu ferð á landsliðnum longu 12. august í 2009, tá ið Føroyar á heimavølli taptu HM undankappingardyst ímóti Fraklandi 1-0. Tá skifti Brian Kerr longu í 28. minutti Jóan Símun Edmundsson inn fyri Christian Lamhauge Holst. Tá umboðaði 18 ára gamli Jóan Símun barndómsfelagið B68.

Mikukvøldið, tá ið Føroyar taptu 4-0 ímóti Danmark, vóru tað tríggir rundir dagar á landsliðnum.

Ein spælari umboðaði føðilandið fyri 30. ferð, ein umboðaði føðilandið fyri 40. ferð, og so var tað ein, sum fyri 50. ferð var á landsliðnum.

Tá ið 30 ára gamli Odmar Færø í seinna hálvleiki varð skiftur inn, var tað 30. ferðin, at hann var á landsliðnum. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 15. august í 2012, tá ið Føroyar taptu 2-0 í vinardysti á útivølli ímóti Íslandi.

Sølvi Vatnhamar var mikukvøldið á landsliðnum fyri 40. ferð. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum í vinardystinum á útivølli ímóti Malta 19. november 2013. Tá ið Lars Olsen var venjari, var Sølvi Vatnhamar ein av teimum, sum var millum teir, ið áttu fast pláss á liðnum. Í fjør var hann við í øllum tíggju EM undankappingardystunum, og tað letur til, at Håkan Ericson eisini sær stórt í 34 ára gamla víkinaspælaranum.

Tá ið Hallur Hansson mikukvøldið varð skiftur út, varð Sølvi Vatnhamar liðformaður.

Hallur Hansson var mikukvøldið á landsliðnum fyri 50. ferð. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 15. august í 2012, tá ið Føroyar taptu 2-0 í vinardysti á útivølli ímóti Íslandi. Hann var við øðrum orðum fyrstu ferð á landsliðnum í sama dysti, sum Odmar Færø var fyrstu ferð á landsliðnum.

28 ára gamli Hallur Hansson hevur tey seinnu árini verið fastur maður á sentrala miðvøllinum. Tá ið Håkan Ericson tók við sum landsliðsvenjari og skuldi velja nýggjan liðformann, eftir at Atli Gregersen var givin á landsliðnum, var tað ikki óvæntað, at tað var Hallur Hansson, sum varð nýggjur liðformaður.

Hallur Hansson er 18. spælarin, sum røkkur 50 landsdystum fyri Føroyar.

Aðrir royndir spælarar, sum nú fyrireika seg at fara á Tórsvøll, eru Viljormur Davidsen (41 landsdystir) og Brandur H. Olsen (35 landsdystir).

 

Teir 18 spælararnir, sum hava rokkið 50 landsdystum

 

Fróði Benjaminsen95
Óli Johannesen83
Jákup Mikkelsen73
Jens Martin Knudsen65
Julian Johnsson62
Jákup á Borg61
Atli Gregersen59
Jóan Símun Edmundsson59
Gunnar Nielsen58
John Petersen57
Jónas Ꝧór Næs57
Allan Mørkøre54
Rógvi Jacobsen53
Súni Olsen53
Øssur Hansen51
Christian Lamhauge Holst51
Christian Høgni Jacobsen50
Hallur Hansson50

kelda: faroesoccer.com