Grón er fyrrverandi bakaríið hjá Gunnleivi. Navnið “Grón” er eitt gamalt føroyskt orð fyri bakstur av korni.
Sveinur Thomasen og Regin Nielsen hava báðir áður rikið bakarí í heimbygdum sínum Miðvági og Vestmanna.
Sveinur Thomasen sigur, at teir koma at gera ymiskar broytingar á bakarínum. Um eina viku verður høvuðsovnurin skiftur út við ein nýggjan ovn, sum verður tann størsti av sínum slagi í landinum. Hetta kemur at betra um góðskuna á bakstrinum og arbeiðsumstøðurnar verða nógv betri.