Størsta ljóðanlegg í Føroyum nakrantíð

Summar Festivalurin spílar seg út við størsta palli og ljóðanleggi, ið nakrantíð eru brúkt til eitt tónleikatiltak í Føroyum.

Summar Festivalur

 

Bert fáir dagar eru eftir til fyrsta vikuskiftið í august mánaða, og niðurteljingin til landsins størsta tónleikatiltak er farin í gongd. Miðbýurin í Klaksvík verður í hesum døgum fyrireikaður til stóru innrásina frá festivalgestum úr øllum landinum.

Summarfestivalurin hevur eftir byrjanina fyri trimum árum síðani vaksið seg til landsins størsta tónleikatiltak, og hetta hevur ávirkan á tøkniligu útgerðina, sum myndar afturvendandi tiltakið í Klaksvík.

Hans Andor Johannesen virkar sum tekniskur stjóri á Summarfestivalinum, sum í ár fer at seta nýggj met fyri tøkniligar karmar í føroyskum festivalhøpi.

- Høvuðspallurin á Summarfestivalinum í ár er hin størsti, sum higartil hevur verið brúktur á einum føroyskum tónleikafestivali. Hæddin er 9 metrar, og dýpdin er 16 metrar. Harumframt er hann 18 metrar breiður. Vit vænta at orkunýtslan til stóra pallin fer at liggja um 250 kilowatt. Hetta er eisini størsta nøgdin av ljós- og ljóðútgerð, sum enn er nýtt til eitt føroyskt tónleikatiltak, sigur hann.

Sagt verður um nýggja streymkaðalin, ið er lagdur til festivaløkið í Klaksvík, at hann er so stórur, at hann kundi veitt streym til alla Sandoynna, skuldi tað verið.

 

Betur ljóð

At ljóðanleggið verður so stórt hevur ikki bert við sær, at anleggið kann spæla harðari. Ljóðið verður eisini betur.

- Annleggið verður hitt størsta í landsins søgu, og er sett saman av útgerð her á landi, umframt aðrari útgerð, sum er fingin til vega úr Danmark. Tað verður lagdur dentur á, at ljóðið á Summarfestivalinum verður gott á øllum økjum og væntandi verður spjaðingin og dygdin í ljóðinum betri enn undandarin ár - eisini hjá teimum, sum standa aftarliga á bønum ella eru stadd uppi á vegnum, sigur Hans Andor Johannesen.

- Líka sum í fjør verður ein stórskíggi knýttur at bakinum á ljóðtorninum við myndum, sum verða umleið 3,6 m x 2,5 m til støddar. Harafturat verður ljóðtornið bygt út við fýra fylgispottum í fimm metra hædd, sum verða brúktir til framførsluna hjá Scorpions.

 

Trailarar við útgerð

Høvuðsnavn á Summarfestivalinum 2007 verður heimskendi týski rockbólkurin Scorpions, sum í endanum av mei mánaða gav út nýggja fløgu við heitinum Humanity Hour 1. 16. studioútgávan hjá týska rockrisanum hevur fingið frálíka góð ummæli í altjóða tónleikamiðlum, og á ferðini til Føroya hevur bólkurin egnan trailara við útgerð, sum verður riggað til av 9 arbeiðsmonnum, sum eru í føstum starvi hjá nógv umbidna bólkinum.

Fríggjakvøldið 3.august kl. 22.00 verður størsta ljóð- og ljósannlegg í landsins søgu skotið ígjøgnum, tá ið roynda manningin í Scorpions við einum søguligum braki fer at skráseta Vágsbø á altjóða Richter talvuni.