Okkara oyggjaleikavinir í Álandi í Eystrasalti eru í sjeynda himli nú.
Fyri løtu síðani gjørdist tað greitt, at fótbóltsflagskipið hjá álendingum, IFK Mariehamn hevur á fyrsta sinni vunnið sítt fyrsta finska meistaraheitið nakrantíð. Hetta er fyrstu ferð í finsku fótbóltssøguni, at eitt lið av Álandi vinnur finska meistaraheitið.
IFK Mariehamn vann á heimavølli í dag 2-1 ímóti Ilves, samstundis spældu HJK og SJK javnleik 0-0 í Helsinki, so IFK Mariehamn endaði á 61 stigum, HJK endaði á 58 stigum, og SJK endaði á 57 stigum.
Longu tá 51 sekund vóru farin legði Bobbie Friberg de Cruz IFK Mariehamn á odda. Tuure Siira javnaði fyri Ilves, tá 24 minuttir vóru farnir. Nógvir málmøguleikar vóru til bæði liðini, serliga til heimaliðið, IFK Mariehamn. Sigursmálið skeyt Diego Assis, sum er úr Brasil. Sigursmálið kom tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum.
Fagnaðurin var ovurhonds stórur á Wikløf Holding leikvøllinum í IFK Mariehamn, har eyka áskoðarapláss vóru sett upp til hendan avgerandi dystin.
Í morgin verða IFK Mariehamn leikararnir fagnaðir av býráðnum í Mariehamn. Stór semja er um, at talan er um størstu ítróttarhendingina í álendsku ítróttarsøguni.
IFK Mariehamn, sum var stovnað í 1919 gjørdist ikki partur av bestu finsku deildini, Veikkausliiga fyrrenn í 2005. Í fjør vann felagið á fyrsta sinni finsku steypakappingina, og nú er felagið á fyrsta sinni finskur meistari.
4.335 áskoðarar vóru til dystin, sum er met í Álandi.
Fíggjarætlanin hjá IFK Mariehamn er bara ein triðing av fíggjarætlanini hjá HJK, SJK og hinum stóru liðunum í Finnlandi. IFK Mariehamn hópurin ferðast við ferju og bussi til allar útidystirnar fyri at spara pening. So tað eru fólk við einari eyðmjúkari bakgrund, sum í dag kunnu feira finska meistaraheitið. Meistaraheitið hjá IFK Mariehamn verður roknaður, sum ein veruligur skelkur, tí av samlaða fólkatalinum í Finnlandi, sum er 5,8 miljónir fólk eiga álendingar bara eitt hálvt prosent. 29.000 fólk búgva á Álandi. 11.000 fólk búgva í Mariehamn.
Enn einaferð ein rørandi, sólskinssøga úr fótbóltsheiminum. Vit, sum hava prátað væl við álendingar á øllum undanfarnu oyggjaleikunum gleðast stórliga við oyggjaleikavinum okkara. GRATTIS IFK MARIEHAMN!