Ferðin úr Kastrup til Vágar tók tveir tímar, og við flogfarinum vóru umleið 30 starvsfólk og teknikarar hjá SAS, Mærsk Air, Danair og ferðslumyndugleikunum.
Flogfarið var tað størsta, ið nakaratíð hevði lent í Vágum. Tað hevði tveir jet-motorar og kundi taka 130 ferðafólk.
Endamálið við ferðini var at gera eina royndarflúgving og vita, hvussu væl hetta flogfar klárar lending og start á flogvøllinum í Vágum, og um tað møguliga kundi nýtast til framtíðar flúgving upp á Føroyar.
Áðrenn flogfarið fór avstað aftur, vóru tríggjar royndir gjørdar viðvíkjandi fráfaring og lending undir ymsum umstøðum. Royndirnar eydnaðust sera væl.
Kelda: Myndaárbókin ?árið ið fór 1974