Størsta avbjóðingin nakrantíð hjá Toda

Hóast FCK í dag er annar parturin í steypafinaluni og sunnudagin fer at spæla finalu um danska meistaraskapin, so gongur lívið hjá Toda og teimum sína vanligu gongd

Todi Jónsson skal í dag og aftur sunnudagin til størstu próvtøkurnar, sum hann nakrantíð hevur verið til í sínum langa fótbóltslívi. Seinnapartin í dag verður finalan í DONG steypakappingini beinleiðis sjónvarpað á TV3 rásini, og sunnudagin verður aftur sjónvarpað, tá mest avgerandi dysturin í kappingini um DM í hesum kappingarárinum verður spældur í Parkini.
Í dag er OB í Parkini, og sunnudagin verður mótstøðuliðið Brøndby.
Tað eru stórar og spennandi uppgávur, sum standa fyri framman, men í FCK gera teir nógv fyri, at gerandisdagurin í felagnum og ikki minst millum spælararnar skal vera so vanligur, sum tað á nakran hátt ber til.
Hóskvøldið var stórt FCK tiltak í Cirkusbygninginum í Keypmannahavn, sum FCK eigur. Har var ein rúgva av fólki. Málið við tiltakinum var at fáa pengar til vega til Reyða Kross. Tað eydnaðist væl, tí Reyði Krossur fekk 128.900 krónur burturúr. Millum tiltøkini var uppboðssøla av pakkum, sum bóru nøvnini á nøkrum fáum spælarum. Ein pakki nevndist Todi pakkin, og hann fór fyri góðar sekstan túsund krónur.
? Í tí pakkanum var ein ferð til fyrsta Europa Cup dystin hjá okkum á útivølli eftir summarsteðgin, og ein annar lutur var troyggjan, sum eg spældi síðsta landsdystin í, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.

Jarðbundnir
Tá vit tosaðu við føroyska álopsessið hjá FCK var ikki greitt, hvussu liðið fór at síggja út í steypafinaluni, men eingin ivi tykist vera um, at Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu. Í hvussu so er hava teir í OB víst FCK álopinum serligan áhuga. Og tá rokna teir við, at tað verða Todi Jónsson og Sibusiso Zuma, sum verða tveir teir fremstu menninir hjá FCK. Í donskum fjølmiðlum verður aftur nú tikið til, at einki felag hevur so vandamikið álop sum FCK, og so verður lagt afturat, at Peter Møller er vorðin jokarin, sum aftur og aftur hevur víst, at hann er førur fyri at fara á vøllin og skora avgerandi málið.
? Venjarin ger av, hvørjir fara at spæla, og hvørjir skulu sita á beinkinum. Eg havi kent meg væl seinastu tíðina, og eg kann ikki annað enn siga, at tað hevur gingið hampuligt. Eingin ivi skal vera um, at eg sera fegin ynski at vera millum teir fyrstu ellivu ? bæði í steypafinaluni og ímóti Brøndby sunnudagin, sigur Todi Jónsson.
Tað kundi kanska hugsast, at tað varð gjørt nógv hóvasták burturúr í FCK, nú teir standa fyri tveimum so sera týdningarmiklum dystum. Men Todi Jónsson sigur okkum, at alt gongur sína vanligu gongd.
? Dagurin undan finaludegnum gongur sína vanligu gongd við venjing og tí, sum hongur uppií. So halda vit frí, inntil vit skulu møta í Parkini hálvan annan tíma undan dystarbyrjan. Uttan mun til hvussu tað fer at ganga í finaluni, so fara vit at halda rútmuna. Vit mugu vera væl fyri sunnudagin. Tí verður venjing á skránni fyrrapartin fríggjadagin, sigur Todi Jónsson.

Todi toppskjútti
FCK hevur tvær ferðir seinastu árini verið í steypafinaluni. Tá teir í 1997 vunnu 2?0 á Ikast, var Todi Jónsson framvegis Lyngby spælari. Tá teir í1998 taptu 4?1 ímóti Brøndby, var Todi á liðnum.
Todi Jónsson er ikki hvør sum helst í FCK. Av spælarunum, sum nú eru í hópinum, er hann tann, sum hevur skorað flest mál tilsaman. Hann er skrásettur fyri 44 mál í týdningarmiklum dystum. Næstur honum er Sibusiso Zuma, sum hevur skorað 30 mál. So koma Christian Lønstrup (18), Peter Møller (16), Christian Poulsen (11) og Thomas Røll (10 mál). Í hesum kappingarárinum hevur Todi skorað sjey mál (seks í landskappingini og eitt í steypakappingini). Helmingin av málunum í landskappingini skoraði hann í síðstu viku.
Millum spælararnar á vøllinum í dag, sum í 1998 vóru á FCK liðnum saman við Toda Jónsson, verður Karim Zasa. Í 1998 var hann málverji hjá FCK. Nú er hann málverji hjá OB.
? Vit báðir tosa viðhvørt í telefon saman, og tað kemur eisini fyri, at vit hitta hvønn annan, sigur Todi Jónsson, sum sjálvandi ikki fer at hugsa um vinarlag og gamalt samstarv, tá hann seinnapartin fer at standa andlit til andlit við OB málverjan.
? FCK er greiður favorittur. Tá vit spældu ímóti teimum fyri hálvum øðrum mánað síðani, vunnu teir 4?0. Um vit skulu hava nakran møguleika hesa ferð, so skulu vit halda tætt í verjuni, og tað megna vit bara, um álopsspælararnir verða hildnir í stuttum tjóðri, sigur OB málverjin.
? Vit mugu finna okkum í at vera favorittar. Men ein finala er nakað serligt. Tá spæla allir sum fyri lívinum. Tað eru so nógv dømi um, at tað í finalum ikki hevur gingið, sum tað varð roknað við. Tað vita vit væl, og tað er heilt víst, at vit fara ikki at undirmeta OB, sigur Todi Jónsson, sum seinnapartin í dag kann gerast fyrsti føroyingurin, sum vinnur donsku steypafinaluna.