Størsta avbjóðingin nakrantíð

Heimsmeistararnir á heima- og útivølli. Varaheimsmeistararnir á heimavølli. Og tveir dystir móti einum liði, sum var millum tey átta bestu í heiminum í fjør. Alt hetta er partur av skránni hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í ár

Talan er uttan sammeting um størstu avbjóðingina, sum Føroyar hava staðið fyri, síðani altjóða limaskapurin gjørdist veruleiki. Og sannlíkt er eisini, at oyggjar okkara neyvan fáa somikið stóran bita á altjóða fótbóltspallinum nakrantíð.
Eftir evstamark á hesum blað var farið undir fyrsta partin, tá dupultdystir vórðu móti Ukraina og Georgia á ávíkavist heima- og útivølli.

Stjørnuparada
At Ukraina er stórt við fyrrverandi móttakaranum av gylta bóltinum frá France Football – Andrey Shevchenko – er neyvan nakar sum helst ivi. Men veruligi stórbitarnir koma tó seinni í ár. Ikki minst verður tað høvið til tvær framúr fótbóltsupplivingar, tá heimsmeistararnir úr Italia og varaheimsmeistararnir úr Fraklandi koma á vitjan. Við Totti í landsliðspausu og Zidane á fótbóltspensión eru liðini kanska uttan sínar allar størstu stjørnur. Men tá liðini so kortini telja nøvn sum Buffon, Cannavaro, Henry og Trezeguet fyri at nevna nakrar úr rúgvuni, so er hetta altso ikki gerandiskostur. Hvørki hjá føroyskum spælarum og ei heldur hjá útlendskum stjørnum.

Skotland er besta vónin
Sterka mótstøðan ber eisini við sær, at møguleikin fyri veruligum skrædlum er størri í ár, enn hon áður hevur verið. Vónin hjá spælarum, venjara og áskoðarum er tí uttan iva, at landsliðið sleppur so nøkunlunda livandi burtur úr veldugu yvirvágini móti stórliðunum, og at onkur minni sensatión kann skapast í hinum dystunum.
Tí tær vónirnar eru nú ikki heilt ongar. Hóast Georgia vann ein knúsandi 6-0 sigur á Svangaskarði, so er talan her um land, har føroysk feløg eisini hava vunnið sær góð úrslit, hóast okkurt skrædlið eisini hevur verið. Móti Litava hava vit áður bjargað okkum stig, og so er tað Skotland, sum kanska er besti møguleiki okkara. Tvær ferðir av trimum hava vit vunnið stig móti skotum, og søguliga er tíðin helst komin til løtuna, har vit fáa tey øll trý. Fyrsta vitjanin gav skotum ein uppibornan sigur. Undir næstu Føroyaferð teirra sníkti Hans Fróði Hansen seg fram at stjala eitt stig í evstu løtu, og tá Vogts & co. vitjaðu seinast, skuldu teir prísa sær lukkuliga, at teir yvir høvur fingu nakað heim við sær.

Stuðulin er neyðugur
Ein kaldur veruleiki er tó, at føroyski 12. maður ikki hevur verið eins trúgvur seinnu árini. Kanska eru fólk forvand við, at úrslitini ofta vóru heilt nær sensatiónini, og nú tann møguleikin tykist fjarðari, fánar áhugin. Ella kanska er tað í dag ikki nóg mikið, bara at síggja tær stjørnur, ið vit annars bert síggja á skíggjanum.
Undir øllum umstøðum er neyðugt hjá føroyskum fótbólti at skapa tann áhuga, sum skal til, um landsliðið skal fáa neyðuga stuðulin. Besti vegurin til hetta er uttan iva betri úrslit. Men tað man ivaleyst eisini koma væl við, at tosið nú eisini snýr seg um betri umstøður og infrastruktur til áskoðaran.