Tað tykist ikki, sum at tey vánaligu hagtølini frá amerikonsku myndugleikunum vilja taka nakran enda. Í gjár varð boðað frá, at 65.000 amerikanarar mistu arbeiðið í síðstu viku , og at nú eru 3,9 milliónir amerikanarar arbeiðsleysir.
Talið umfatar tey, sum hava fingið arbeiðsloysisstuðul í minst eina viku, og hetta er tað størsta arbeiðsloysistalið síðani 1983, skrivar AP.