Størsta arbeiðsloysið í 17 ár

Nýggj tøl frá ES-hagstovuni Eurostat vísa, at nú eru 18 milliónir fólk í evrulondunum arbeiðsleys, og so nógv fólk hava ikki verið arbeiðsleys har, síðani uppgerðirnar byrjaðu fyri 17 árum síðani.

Arbeiðsloysið í evruøkinum er oman fyri 11 prosent og sostatt væl størri enn í teimum londunum, sum evrulondini kappast við. Eitt nú er arbeiðsloysið 8,3 preosent í USA og 4,3 prosent í Japan.

Tað hevur elvt til stúran, at arbeiðsloysið í Týsklandi er vaksið fimm teir seinastu mánaðirnar, og at nú hava næstan tríggjar milliónir týskarar einki arbeiði. Búskaparfrøðingar siga, at gongdin í Týsklandi vísir, at tann besta tíðin hjá týska arbeiðsmarknaðinum er liðug á hesum sinni.

Eisini í Fraklandi eru umleið tríggjar milliónir fólk arbeiðsleys.