Størst arbeiðsloysi í teim yngru aldursbólkunum

Tað er størst arbeiðsloysi í aldursbólkinum 25-34 ára gomul. 3,2% av teimum eru uttan arbeiði. 4.4% av kvinnunum millum 25-34 eru arbeiðsleysar og 2,3% av monnunum.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Minsta arbeiðsloysi er millum teirra, ið eru millum 45-54 ár. Hjá monnunum millum 45-54 ár eru 1,5% arbeiðsloysir, meðan 1,8% av kvinnunum eru arbeiðsloysar.

 

Í øllum aldursbólkum er tað sama mynstri, ið ger seg galdandi, at fleiri kvinnur enn menn eru arbeiðsleysar.