Várkonsert
Á várkonsertini, sum verður sunnudagin, fer Føroya Symfoniorkestur at framføra nøkur av kendastu, áhugaverdastu og mest spældu verkunum innan symfoniska litteraturin, nevniliga violinkonsertina av Max Bruch, Eroica-symfoniina av Beethoven og ouverturuna "Karneval" eftir Antonin Dvorak.
Violinkonsert
Konsertin byrjar við eini konsertouverturu av Antonin Dvorak (1841 - 1904) nevnd Karneval. Eitt sera glaðlynt verk, sum Dvorak upprunaliga nevndi "Natúr, lív og kærleiki". Hann skrivaði tríggjar tílíkar ouverturur, men hendan FSO hevur á skránni, er tann mest áhugaverda og mest spælda.
Eftir ouverturuna kemur violinkonsertin av Max Bruch. Max Bruch var týskur komponistur, føddur 1838 í Køln. Sum heilt ungur vísti hann seg at hava serstakar gávur til bæði tónleik og málaralist, so hann var í iva um, hvørja listagrein hann skuldi velja. Longu 14 ára gamal skrivaði hann sína fyrstu symfoni. Hann fór so at lesa tónleik bæði í Köln og Leipzig, men arbeiddi mestu tíðina av lívi sínum sum lærari í kompositión í heimbýnum Köln; men á gamalsaldri gjørdist hann leiðari fyri meistaraflokkin í kompositión við tónleikaháskúlan í Berlin. Hann doyði í 1920. Kendastu verk hansara eru violinkonsertin í g-moll og Kol Nidrei, verk fyri cello og orkestur.
Violinkonsertin í g-moll opus 20, er skrivað í 1866 og varð fyrstu ferð framførd av tí tá kendasta violinistinum, Joseph Joachim. Tónleikurin í konsertini er syngjandi og ljómfagur, og er hon tí ein av mest vælumtóktu og mest avhildnu violinkonsertunum úr 19. øld.
Hetju-symfoni
Aftan á steðgin kemur 3. symfoniin í Es-dur nr. 55 eftir Ludvig van Beethoven, nevnd Eroica. Beethoven var sera hugtikin og hámetti Napoleon Bonaparte. Hann sá í Napoleon ikki bert tann stóra herføraran, men eisini hann, sum skuldi frígera fólkið í Europa úr teimum bondum, sum keisarar og fúrstar í øldir høvdu lagt á tey, og hann roknaði við, at Napoleon í verki fór at fremja hugtøkini í fronsku kollveltingini. Tá Napoleon so læt seg krýna til keisara, skræddi Beethoven vónbrotin og illur titulblaðið, har á hann hevði tilognað Napoleon verkið.
Óavmarkað frælsi og tjóðskaparligt sjálvbjargni vóru aðalmerki í lívi Beethovens. Hann vildi hava, at øll skuldu hava sama rætt og atgongd til landsins stýri. Vónaði at Napoleon fór at geva øllum atkvøðurætt í Fraklandi og soleiðis leggja grundarsteinin undir eydnu mannaættar. Beethoven var helst tann fyrsti komponisturin, sum ikki var í tænastu hjá nøkrum, men livdi av sínum evnum og verkum. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at tá Beethoven var stevndur fyri rættin fyri at bera eitt aðaslnavn - hann hevði jú millumnavnið van, sum hann hevði frá pápanum, sum var hálendingur - segði hann tey kendu orðini. "Kongar og fúrstar eru og fara tað at vera nóg mangir av, men tað verður bert ein Beethoven."
Titulin til verkið var tí broyttir til: "hetju-symfoniin, komponerað at hámeta minnið um eitt stórmenni......"
Føroya Symfoniorkestur verður stjórnað av Bernhardi Wilkinson.
Fakta
Violinkonsertin
1.satsur: Vorspiel. Allegro moderato. Byrjar við einum recitativi í soloviolinini, síðani kemur fyrsta motivið við breiðum akkordspæli í violinini. Heldur síðani fram við tríklangum í soloviolinini og einum kontrapunktiskum spæli millum violin og orkestur. Satsurin nevnist forspæl og hevur ein rættiliga frían form við nógvum "figuratiónum".
2. satsur: Adagio. Sera vakur og kensluborin tónleikur, nærmast ein romansa.
3. satsur: Allegro energico. Satsurin hevur eitt eggjandi stev, fullur av kraft og lívi.
Solistur í violinkonsertini er konsertmeistarin í Føroya Symfoniokrestri, Sámal Petersen.
Sámal Petersen byrjaði sum 11 ára gamal at spæla violin hjá Viggo Dahl Christiansen. Eftir lokið studentsprógv varð hann í 1987 upptikin á konservatoriið í Odense og fekk undirvísing har frá Bela Detrekoy, A. Møller og Alexander Fischer. Tók diplomeksamen í 93 og helt so fram í eitt ár í Wien hjá Ernst Kovacic og Maigread McCrenn. Var í 1995 settur sum violinpædagogur við Føroya Musikkskúla og hevur síðani studerað Suzuki frálæringarháttin og ferðast í dag javnan til Belgia at undirvísa á Suzukiinstituttinum har. Sámal er i dag konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestur. Spælir kamartónleik og er limur í føroyska yrkistónleikabólkinum Aldubáruni.
Hetju-symfoniin
1. satsur: Allegro con brio. Beint eftir tær báðar kraftmiklu, innleiðandi akkordirnar hoyrist høvuðstemaið í cellostemmunum, hetjutemaið, sum skiftir millum styrki og heitari kenslur, men ein, sum lurtar, kann kanska fáa fatan av einum stríði millum ymsu instrumentbólkarnar.
2. satsur: Marcia funebre. Adagio assai. Ein syrgimarsjur, ein eymkan um at hetjan er deyð.
3. satsur: Scherzo. Allegro vivace. Tann tungi og tristi syrgimarsjurin verður snøggliga avbrotin av eini scherzo, lættur og kátur tónleikur, skemtiligur, í trideildari takt, men hevur tó tematiskt tilknýti til 1. sats. Í triopartinum hoyra vit glaðar hornklangir - eitt petti, sum flestu hornblásarar frøast um at sleppa at spæla.
4. satsur: Finale. Allegro molto. Hetta er ein variatiónssatsur, og symfoniin endar í einum ljósum og løttum hugalag. Ein festligur endi.