Tað er tungt at vera føroyskur landsliðsspælari í fótbólti. Serliga tá ið spælt verður á útivølli niðri í Miðalhavsøkinum.
Fyri stuttum var úrtøkan í Italia 5-0 tap, og í kvøld hevur landsliðið lagt rygg til 5-1 tap. Einsamalla føroyska málið skoraði innskifti B36 spælarin Christian R. Mouritsen, tá ið hann kom ímillum kiksaða afturlegging og kalt og kyniskt setti bóltin framvið málverjanum.
Tað var hugaligt, at tað eydnaðist føroyska liðnum at pynta um, men tað tekur einki frá tí, at Slovenia spældi føroysku amatørarnar sundur og saman.
Stóri bóltførleikin og høga leikferðin vóru støðug áminning um, at munurin á liðunum var øgiligur.
16 túsund áskoðarar koyrdu á sínar spælarar. Kanska kundi tað roknast við, at heimaliðið fór at minka um ferðina í 2. hálvleiki, tí teir týskvøldið skulu spæla týdningarmiklan lykladyst ímóti Italia, men soleiðis var tað ikki.
Jákup Mikkelsen í málinum bjargaði fleiri ferðir í stórum stíli, og Jóan Símun Edmundsson í hinum endanum megnaði onkra ferðina at bjóða mótstøðumonnunum av.
Men í flestu førum var tað ómøguligt hjá føroysku spælarunum at bjóða væl upplagdu mótstøðumonnunum av.
Seinnapartin týsdagin skal føroyska liðið spæla á Svangaskarði ímóti Norðurírlandi. Einki er at liggja omaná, at føroyska liðið hevur brúk fyri øllum tí stuðli frá áskoðarunum, sum tak ber til at finna fram til!
--------------
90+3 min.
5-1: Christian R. Mouritsen 90.+3
Eftir kiksaða afturlegging var innskifti B36 spælarin púra leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.
-----
85 min.
5-0: Zlatko Dedič 84.
Innskifti maðurin sneiddi seg framvið ikki serliga sannførandi miðverjuni og setti bóltin framvið sakleysa málverjanum.
Dupult útskifting á føroyska liðnum í 81. minutti:
Christian R. Mouritsen hevur loyst Christian Lamhauge Holst av og Jann Ingi Petersen hevur loyst Daniel Udsen av.
----------
75 min.
4-0: Milivoje Novakovič br.
Luftin er um at fara úr føroysku spælarunum. Fleiri verjumistøk vóru, áðrenn dómarin peikaði á ellivu metra blettin.
Hendrik Rubeksen hevur sæð gult í 70. minutti.
Zlatko Dedič er komin á vøllin í staðin fyri Novakovič í 73. minutti.
-----
65 min.
3-0: Tim Matav? 65.
Nú hevur aftur verið stór ferð í føroyska brotsteiginum, og eftir ikki sannf-æørandi verjuspæl staðfesti Tim Matav? sítt hattrikk!
--------
60 min.
2-0
Slovenia hevur tikið eitt sindur av ferðini. Tað tykist sum um, at teir eru farnir at hugsa um dystin ímóti Italia týskvøldið!
Armin Bačinovič er komin á vøllin fyri Aleksander Radosavljevič.
---------
55 min.
2-0
Tað var um reppið, at okkara fingu mál. Hjalgrím Elttør, sum hevur verið væl upplagdur, síðani hann varð skiftur inn, skipaði álop, og tað var hann, sum royndi seg ímóti málinum. Tíverri var hann rangstaddur.
Tað kennist sum um, at føroyska liðið hevur fótað sær eitt sindur.
Birsa er farin av vøllinum í 51. minutti, og Kirm er komin á vøllin.
Fróði Benjaminsen hevur sæð gult í 52. minutti.
---------
50 min.
2-0
Slovenia hevur lagt fyri í somu øði eftir steðgin.
Jústinus R. Hansen hevur havt skotroynd, sum málverjin hevði lætt við at bjarga.
-----
45 min.
2-0
Hálvleikur!
Tað er hálvleikur í slovenska høvuðsstaðnum, har Slovenia hevur vitjan av Føroyum.
Støðan er 2-0 til Slovenia, og tað er einki at tosa um, at føroyska liðið hevur verið undir óvanliga stórum trýsti. Heimaliðið hevur støðugt havt stóra leikferð, teir flyta bóltin skjótt ímillum sín, og spælararnir flyta seg nógv.
Føroysku spælararnir munnu kenna seg sum flugur í fløsku. Onkra ferðina hevur tað lætt eitt vet, tá ið Jóan Símun Edmundsson hevur megnað at tikið bóltin til sín og bjóða mótstøðumonnunum av.
Jákup Mikkelsen, sum aftur er í málinum, hevur verið mest eyðsýndi føroyski spælarin. Hann hevur havt fleiri fínar bjargingar.
--------
42 min.
2-0
Bogi Løkin fór av vøllinum í 41. minutti, og í hansara stað kom Hjalgrím Elttør.
Trýstið er framvegis ógvuliga stórt, og tað hjálpir ikki, tá ið okkara kroystu spælarar missa í verjustøðu.
---
36 min.
2-0: Tim Matav? 36.
Álopsspælarin sneiddi passiva Atla Gregersen av sær, áðrenn hann smekkaði til. Jákup Mikkelsen, sum stutt frammanundan hevði stórbjargað eftir frísparksroynd av brotsteigarmarkinum, hevði fingarnar á.
Lítla løtu seinni høvdu slovenar bóltin á tvørtrænum.
Trýstið er øgiligt!!
--------
30 min.
1-0
Eftir hálvan tíma tiltuskaði føroyska liðið sær fyrsta hornasparkið, sum einki spurdist burturúr.
Jóan Símun Edmundsson hevur síðstu løtuna fleiri ferðir sett verjuna undir trýst. Hann tiltuskaði sær hornasparkið og stutt frammanundan eitt fríspark, sum Cesar sá gula kortið fyri (í 29. minutti).
--------
25 min.
1-0: Tim Matav? 25.
eftir innlegg úr høgru stýrdi álopsspælarin úr Groningen bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.
Lítla løtu seinni sá Atli Gregersen gula kortið fyri at mótmæla býttisliga leingi.
Bogi Løkin er darvaður av skaða, og Christian R. Mouritsen er farin at hita upp.
20 min.
0-0
Gongdin er tann sama. Tað hevur eydnast føroyska liðnum at fóta sær eitt vet, tá ið onkrir spælarar liggja eina lítla løtu, og tá ið talan er um deyðbóltsstøður.
Í 17. minutti sá Jústinus R. Hansen gula kortið fyri at hava gjørt fríspark.
------------------
15 min.
0-0
Trýstið er tað sama. Slovenia hevur havt fýra hornaspørk, og eina ferð hevur Jákup Mikkelsen havt knappa og meistarliga bjarging, tá ið hann stýrdi bóltin út á stólpan.
Eftir eitt korter sendi álopsspælarin, Novakovič, bóltin upp um málið hjá Jákupi Mikkelsen, sum hann var einsamallur við.
Føroysku spælararnir vísa góðan hugburð, og teir vísa sjálvsálit við at royna at spæla saman, hóast teir eru undir stórum trýsti, og verjuspælararnir eru sera framsóknir.
---------
5 min.
0-0
Føroyingar hava havt eina skotroynd eftir gott álop. Beinanvegin aftaná fór heimalíðið í skjótálop, sum endaði við kringseting av føroyska brotsteiginum. Í sambandi við tvey hornaspørk vóru fleiri spentar støður, og Jónas Tór Næs bjargaði á strikuni.
---
Slovenia-Føroyar
EM undankappingardystur
Fríggjadagin 8. oktober 2010 kl. 20.45 á ?RC Sto?ice leikvøllinum í Ljubljana
Dómarakvartett úr Bulgaria: Stanislav Todorov, Nikola Dzhuganski, Nikolay Petrov og Anton Genov
Slovenia: 1. Samir Handanovič - 2. Mi?o Brečko, 4. Marko ?uler, 5. Bo?tjan Cesar, 8. Robert Koren, 10. Valter Birsa, 11. Milivoje Novakovič, 13. Bojan Jokić, 18. Aleksander Radosavljevič, 19. Josip Iličič, 23. Tim Matav?
Á beinkinum: 12. Jasmin Handanovič, 9. Zlatan Ljubijankič, 14. Zlatko Dedič, 15. Armin Bačinovič, 17. Andra? Kirm, 21. Dalibor Stevanović, 22. Matej Mavrič
Venjari: Matja? Kek
Føroyar: 1. Jákup Mikkelssen - 3. Jónas Tór Næs, 4. Atli Gregersen, 5. Egil á Bø, 2. Hendrik Rubeksen - 10. Chrstian Lamhauge Holst, 7. Fróði Benjaminsen, 6. Jústinus R. Hansen, 8. Bogi Løkin - 9. Daniel Udsen - 11. Jóan Símun Edmundsson.
Sum tað varð sagt fyrr í dag, so eru Johan Troest Davidsen, Jann Ingi Petersen og Símun Samuelsen skaddir. Fróði Benjaminsen er liðformaður.
Teir sjey á beinkinum eru 16. Tórður Thomsen, 12. Christian R. Mouritsen, 13. Arnbjørn Hansen, 14. Jann Ingi Petersen, 15. Hjalgrím Elttør, 17. Jónhard Frederiksberg, 18. Rógvi Baldvinsson.
Venjari: Brian Kerr