Stórsigur á Svangaskarði

Løgmanssteypið: Sjey gul kort á lofti, tá tvey árstalsfeløg fóru undir bólkaspælið

Niklas á Líðarenda fór sjey ferðir í lumman eftir ostaflísini, tá sandoyingar og toftamenn í góðum várveðri á Svangaskarði settu hol á bólkaspælið. Fýra sandoyingar og tríggir toftamenn vórðu skrivaðir í svørtu bók, og tað boðar frá, at talan var um nógvar nærdystir.

Hjá B68 vóru allir teir, sum eru komnir til felagið saman við Jóannesi Jakobsen, í hópinum. Einasti nýggi maðurin, sum var á beinkinum, var Eyðstein Skipanes, sum kom á vøllin, tá tað restaðu átjan minuttir.

Tveir av ungu monnunum, sum eru uppaldir í B68, vórðu eisini skiftir inn. Teir vóru Jann Ingi Petersen og Kristian Poulsen. Hesin seinni loysti Súna Fríða Johannesen av, og tað eydnaðist honum at tiltuska sær eitt brotsspark, sum Jan Petersen umsetti til mál.

Tað vóru átta minuttir eftir, tá Jan Petersen økti til 3?0. Inntil tá høvdu sandoyingar verið væl við í 2. hálvleiki, men so fór luftin úr teimum, og Marcello Marcolino (sneiddi framvið fleiri og eisini málverjanum, áðrenn hann trillaði í kassan) og Øssur Hansen (frágera gott fríspark úr 20 metrum og upp í hornið) kundu økja til 5?0.

Liðformaðurin Fróði Benjaminsen setti hol á eftir innlegg frá Marlon, tá 17 minuttir vóru farnir, og Marcello Marcolino var einsamallur við Valdemar Nowisci, tá hann økti til 2?0.

At talan var um fyrstu rættuligu royndina á árinum fjaldist ikki, men tað var týðuligt, at spælararnir eru betri fyri í ár, enn teir hava verið hesa tíðina fleiri av undanfarnu árum.

Allir teir fyrstu ellivu hjá B71 spældu við í fjør. Beinanvegin eftir steðgin komu Jógvan Jón Petersen, sum var lítið á liðnum í fjør, og Bernhard Petersen, sum áður hevur spælt í HB, á vøllin. Longu tá 17 minuttir vóru farnir, fór Julian Thomsen av vøllinum, tí hann var skaddur í handliðini.



B68?B71 5?0 (2?0)


1?0: Fróði Benjaminsen 17.

2?0: Marcello Marcolino 37.

3?0: Jan Petersen br 82.

4?0: Marcello Marcolino 83.

5?0: Øssur Hansen 90.


Dómari: Niklas á Líðarenda