Stórsigur í Streymnesi

Fyri einari viku síðani vann næstbesta liðið hjá Víkingi trivaligan sigur í Klaksvík.

Í dag hilnaðist tað ikki so væl, tá ið Víkingur var í Streymnesi. So eigur at vera lagt aftrat, at víkingarnir ikki vóru so væl mannaðir. Tað sást eitt nú aftur í, at Magni Jarnskor var á beinkinum. Hann varð innskiftur, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Fýra minuttir undan leikloki sá Jan Poulsen hjá Víkingi fyrst gult eina ferð og so í næsta andadrátti enn eina ferð gult og harvið reytt.

EB/Streymur vann 7-1 eftir hálvleiksstøðuna 4-0, og 18 ára gamli Arnar Dam var ikki minni enn fýra faldur málsjútti.

EB/Streymur hevur 26 stig, og Víkingur hevur 25 stig.

 

EB/Streymur-Víkingur 7-1 (4-0)

1-0: Arnar Dam 5.

2-0: Arnar Dam 18.

3-0: Ólavur Ejdesgaard 33.

4-0: Andru Poulsen 41.

5-0: Arnar Dam 66.

6-0: Bjarni Jørgensen 67.

6-1: Leivur Hansen 85.

7-1: Arnar Dam 90.