TB gjørdi bart, tá teir í fyrsta landskappingardystinum á árinum høvdu vitjan av B71.
Undan dystinum hevur nakað verið tosað um, at tað fór at gerast tungt hjá TB, nú teir mugu vera Óla Johannesen fyriuttan í nakrar dystir, men sunnudagin sýndu teir so, at liðið eisini hevur aðrar frægar leikarar.
Sandoyingar fingu snøgt sagt ikki eitt beint til jørðina fyri steðgin, og tað eydnaðist eisini TB at skapa sær eina trivaliga leiðslu hesi fyrstu trý korterini.
Eftir steðgin dalaði ferðin sum vera man, í vanda komu stigini ongantíð, og fyri fyrst kann TB í øllum førum rópa seg oddalið. Ein støða, sum teir ivaleyst stremba eftir at halda seytjan umfør afturat.
TB-B71 6-2 (4-0)
1-0: Einar Petersen
2-0: Kaj Roest
3-0: Hallur Christiansen
4-0: Eyðun Svalbard
5-0: sjálvmál
6-0: Kaj Roest
6-1: Clayton Soares
6-2: Clayton Soares