Bretska arbeiðarastjórnin eigur at leggja størri dent á sosialan javna og sosialt rættvísi.
Tað eru ráðini, sum stjórnin fær frá stovninum Public Policy Research, sum í einari nýggjari frágreiðing kemur til ta niðurstøðu, at tá tað snýr seg um sosialan javna, er politikkurin hjá stjórnini miseydnaður.
Stovnurin sigur, at tey sjey árini, Labour hevur sitið við valdið, er munurin á ríkum og fátækum vaksin í Bretlandi. Millum annað staðfestir frágreiðingin, at 10 prosent av teimum ríkastu bretunum fáa 54 prosent av teirri sokallaðu vælferðarkøkuni, og at tað ovasta prosentið fer við 13 prosentum av bruttotjóðarinntøkuni. Hesi tølini vóru minni, tá Labour kom til valdið.
Public Policy Research sigur, at javnstøðan ímillum menn og kvinnur er batnað í Bretlandi tey seinastu sjey árini, men kortini tjena kvinnur framvegis bara 82 prosent av tí, sum menn í tilsvarandi størvum forvinna.
Stjórnin fær kortini rós fyri at hava bøtt um korini hjá barnafamiljunum, hóast tey ikki eru nóg góð enn.