Størri spenningur í Sundalagnum

Fleiri bátsmanningar tóku lut í næsta FM-róðrinum á Sundalagsstevnu, og m.a. fekk Tvørábáturin sín fyrsta sigur í 16 ár. Harafturat tóktist spenningurin at vera væl størri í flestu róðrunum enn á Norðoyastevnu

Ikki kann sigast annað enn, at kappróðurin fekk eina keðiliga byrjan upp á hetta kappingarárið. Bert 39 bátsmanningar møttu upp til fyrsta róðurin á Norðoyastevnu, og hetta er eitt tað lægsta talið av bátum í fleiri ár. Harafturat vóru bert tvær bátsmanningar við í tveimum av róðrunum, og tí vóru fleiri, sum luftaðu tankan um eina størri kreppu í okkara tjóðarítrótt. Fyri at gera ilt verri, so var at kalla eingin spenningur í fleiri av róðrunum, har vinnarabátarnir vóru fleiri bátslongdir framman fyri næstu bátarnar.

Kreppa ella ei, so vóru glottar at hóma á næsta stevnuni, sum var í Hvalvík og Streymnesi um vikuskiftið. Fleiri bátsmanningar vóru við í kappingini, spenningurin var væl størri í fleiri av róðrunum, og so vóru eisini fleiri bátar við í róðrunum hjá 10-mannaførunum og hjá 6-mannaførum við kvinnum, har bert tveir bátar vóru við á Norðoyastevnu. Jú, glottar vóru heilt víst at hóma.


Góð líkindi og fitt av fólki

Líkindini til kappróður vóru eisini av teimum bestu í Sundalagnum leygardagin. Vindurin var at kalla eingin, tá kappróðurin byrjaði, og til tíðir hevði sólin hug at kaga fram á luftini.

Áhugin tóktist eisini vera hampiliga stórir millum fólk, tí rættiliga nógv fólk var komið saman á økinum kring keiina. Áskoðararnir hoyrdust eisini væl, meðan bátarnir stríddust úti á firðinum, tí til mest sum hvønn róður róptu tey av hjartans hugi á tann bátin, sum tey hildu við.

Hinumegin fjørðin stóð eisini fitt av bilum og fylgdu róðrunum, so sum heild má sigast, at áhugin tóktist vera heldur størri enn til fyrsta FM-róðurin tvær vikur frammanundan.


Tríggir nýggir vinnarar

Tær 43 bátsmanningarnar, sum vóru til róðurin henda dagin, vístu eisini, at áhugin millum fólk ikki var størri uttan grund. Fólkini, sum høvdu leitað sær til Hvalvíkar og Streymnesar henda dagin, fingu nevniliga fleiri spennandi róðrar at síggja henda dagin.

Hjá 5-mannaførunum við dreingjum, 5-mannaførum við kvinnum og 6-mannaførum við monnum var ein nýggjur vinnari funnin á Sundalagsstevnu, og í hinum róðrunum var munurin nógv minkaður frá fremsta bátinum til næstfremsta bátin. Sjálvt um onkur av róðrunum bleiv vunnin rættiliga trygt, so var týðiligt, at aftaru bátarnir gjørdu alt fyri at halda fast í fremru bátunum, tí gjørdist upplivingin hjá áskoðaranum størri henda dagin.

Harafturat var sera stuttligt at síggja, at ein bátur, sum ikki kann sigast at vera serliga sigursvandur, endaði ovastur á sigursskamlinum á Sundalagsstevnu. Tvørábáturin hevði ikki vunnið ein róður síðani á Vestanstevnu í 1991 undan róðrinum leygardagin, men á Sundalagsstevnu bragdaði aftur, tá teir vunnið ein sera spennandi og dramatiskan róður hjá 6-mannaførum við monnum framman fyri Sundabátin og Stráluna.

Sum heild má sigast, at spenningurin var størri í Sundalagnum, okkurt yvirraskandi úrslit var at síggja, og áskoðararnir tóktust liva meir við enn í fyrsta FM-róðrinum fyri tveimum vikum síðani.