Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-il, gav í dag landsins vápnaðu deildum boð um at fyrireika seg til eitt álop úr grannalandinum Suðurkorea. Í dag boðaði suðurkoreanska stjórnin frá, at Suðurkorea og USA fara at halda felags hernaðarvernjingar, og at handilsskip, sum skulu til Norðurkorea, slappa ikki ígjøgnum suðurkoreanskan sjógv.
Tað fekk Norðurkorea at slíta alt samband við grannan fyri sunnan. Tað skrivar almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA, men hon segði einki um, hvat tað ber í sær.
Altjóða tíðindastovurnar skriva, at Kina er farið undir diplomatiskar royndir at loysa kreppuna ímillum tey bæði koreonsku londini.








