Í vikuni hevur útvarpið hjá Kringvarpinum havt sera áhugavert og viðkomandi tema á skránni. Sendingar og orðaskifti um tey gomlu og fíggjarligu korini hjá teimum hevur verið væl úr hondum greitt, og ikki minst áhugavert hevur tað verið at hoyrt tey gomlu sjálvi – kring alt landið – sleppa til orðanna.
Tað er skjótt at staðfesta, at tey gomlu ella pensionistarnir ikki eru homogenur samfelagsbólkur. Summi eru so væl fyri, at tey hava pensión í arbeiðnum, onnur hava krígspensión ella krígseinkjupensión, og so eru tað tey, sum ikki hava annað enn fólkapensiónina á at líta.
Tað eru serliga hesi seinast nevndu, sum ikki eru nóg væl fyri, og tað eru hesi, sum detta niður ímillum, nú tað verður arbeitt við at venda soleiðis, at hvørt ættarliðið skal hava ábyrgd av síni egnu pensión. Hetta takið er stórt, tí higartil hevur tað verið soleiðis, at eitt ættarliðið hevur rindað pensión fyri tey, sum frammanundan hava verið á arbeiðsmarknaðinum.
Spurningarnir eru nógvir, nú stóra takið skal takast. Samstundis eru tað viðurskifti, sum vit øll eiga at fegnast um. Eitt teirra er Samhaldsfasti arbeiðsmarknaðargrunnurin. Burðurin av Samhaldsfasta var tungur. Men tíbetur eydnaðist tað við Vilhelmi Johannesen sum oddvita at fáa lógina samtykta, og nú er Samhaldsfasti vorðin so mikið stórur og týdningarmikil, at tað er ræðslutanki at hugsa sær, at hann ikki var.
Tað eru eisini verkafeløg, sum longu fyri mongum árum síðani sóu týdningin av, at teirra limir vórðu tryggjaðir eina arbeiðsmarknaðarpensión ígjøgnum fakfelagið. Fremst í huganum er Havnar Arbeiðsmannafelag, sum við Karli Johanesen, sála, sum oddvita syrgdi fyri, at limirnir fingu pensión, sum kemur væl við aftrat fólkapensiónini og Samhaldsfasta.
Skiftandi samgongur og landsstýri hava í mong ár beint spurningin um
pensiónsviðurskiftini í ráð og nevndir at arbeiða við og útgreina. Nú sigst hetta arbeiðið at vera komið væl áleiðis, og nú hevur tað verið at hoyrt frá Landsfelagnum hjá pensionistum, at nýggja skipanin fer at bera við sær, at umstøðurnar hjá teimum, sum nú eru pensionistar, fara at verða uppaftur verri, enn tær eru.
Hetta síðsta hava vit ikki møguleika at taka dagar ímillum. Men við forsøgnunum í huga um, hvussu lutfallið millum pensionistar og tey á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini fer at verða, so nyttar ikki at halda fram við at mæla sum hundur um heitan greyt:
Tað er neyðugt at gera upp við fatanina av, at allir pensionistar skulu fáa somu grundupphædd, og at allir pensionistar skulu fáa somu sømdir á so mongum økjum. Tað er neyðugt, at tað almenna fer at taka sær meiri av teimum, sum eru ringast fyri, og so gerst tað ikki við, um tað í framtíðini fer at verða soleiðis, at tey, sum á fleiri øðrum økjum eiga ágóðar sum pensionistar, skulu gjalda meiri ella fáa minni.
Á sama hátt sum progressivitetur í landsskattinum er hetta samhaldsfesti, sum vit ikki eiga at renna undan, um vit vilja halda tørn um vælferðarsamfelagið, sum vit siga okkum vera so fegin um.









