Arbeiðsgevarir seta krav um liðiligheit hjá arbeiðstakarum við atlitið til kappingarførið, og arbeiðstakarir seta krav um liðiligheit hjá arbeiðsgevaranum við atlitið til at sameina arbeiðslív við heimalívið. Hetta økta kravið um sínámillum liðiligheit verður styrkt av menningini innan kunningartøkni ? og í háttunum, sum virkini brúka kunningartøknina uppá.
Hvat merkir hetta so fyri sáttmálar? Hvussu skapa partarnir á arbeiðsmarknaðinum liðiligari sáttmálar?
Sum dømi kann vísast á arbeiðstíðina ? at tað verður størri rúmd fyri at áseta arbeiðstíðina lokalt og fyri tað einstaka starvsfólkið. Arbeiðsuppgávurnar skulu fremjast, tá ið eftirspurningurin er har, og ikki endiliga uppá eina frammanundan givna arbeiðstíð. Hetta kundi til dømis verið framt við heimaarbeiði.
Starvsfólkið fær eitt meira harmoniskt skiftið millum arbeiði og frítíð. Fyri tey starvsfólk, har heimaarbeiði ikki er møguligt ella ynskiligt, kann møguleikin fyri flekstíð og forskotnari tíð verða ein valmøguleiki ? sjálvandi við atlitið til tørvin hjá starvsfólkunum og virksemi hjá virkjunum.
Størri liðiligheit krevur, at sáttmálarnir verða broyttir, tí at fleir ásetingar í sáttmálunum forða fyri hesum, eitt nú føst møtitíð, yvirtíðarreglur v.m.