Í 2018 kunnu fiskast tilsamans 105.000 tons av rækjum í Vesturgrønlandi. Hetta er ein øking á 17 prosent í mun til seinastu ráðgeving, sum var 90.000 tons.
Hinvegin verður ikki mælt til nakra broyting í Eysturgrønlandi, har tilmælið er 2000 tons.
Bæði lívfrøðiligar kanningar og veiðihagtøl siga, at rækjustovnurin í Vesturgrønlandi er veksandi.
Útrokningar hjá granskarum vísa, at stovnurin liggur á einum burðardyggum støði, og mett verður, at nøgdin av rækjum í havinum liggur oman fyri støðið, sum skal til fyri at tryggja burðardygga gagnnýtslu av stovninum.
- Góða gongdin í Vesturgrønlandi sæst tó ikki í Eysturgrønlandi, har rækjustovnurin í fleiri ár hevur verið á einum lágum støði, skrivar grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - í dag.