Størri áhugi tá ið nógv eru at velja í

Men tað kunnu vera aðrar orsøkir til, at áhugin fyri fólkatingsvalinum er vorðin størri seinastu árini, eitt nú at fleiri kvinnur bjóða seg fram sum valevni

Jóannes Hansen
????
Tað eru ov nógv valevni á listanum til fólkatingsvalið. Hetta hevur fleiri ferðir verið at hoyrt seinastu dagarnar. Løgmaður tók aftur í aftur hetta valkvøldið í sjónvarpinum og í Sosialinum í gjár. Løgmaður heldur, at valevnini skuldu verið fýra ella fimm, og at talan skuldi bara verið um reell valevni, sum hann tekur til. Harvið verður sipað til, at tað er eingin meining í, at valevni bjóða seg fram, sum longu frammanundan vita, at tey ætla sær ikki á Christiansborg, um tað skuldi komið fyri, at teimum varð víst álit frá veljarunum.
Valkvøldið helt Jógvan Mørkøre í útvarpinum, at landsstýrismenn áttu ikki at havt loyvi at stilla upp. Og ein annar spurningur, sum ivaleyst er nærverandi í hesum sambandinum, er, um tað verður mett at vera hóskandi, at løgtingsformaðurin, sum er formaður hjá øllum Løgtinginum, og sum fær somu løn sum løgmaður, eigur at bjóða seg fram á fólkatingsvalinum.
Orsøkin til hetta tosið er, at tað hevur verið víst á, at tað hesa ferð vóru 107 valevni tilsaman á fólkatingsvalinum í Føroyum, meðan tað vóru færri enn túsund, sum stríddust um 175 sessir í Danmark.
At valevnini eru so nógv ber við sær, at floksleiðslurnar hava stórar trupulleikar at geva valevnunum ta rúm í miðlunum, sum tey rokna við at fáa, tá ið tey hava latið seg stilla upp. Spurningurin er, um sáldið ikki átti at havt verið nýtt frammanundan uppstillingin í staðin fyri at tað verður brúkt í valstríðnum.
Síðani á valinum í 1973 hava allir teir stóru flokkarnir bjóðað seg fram á øllum fólkatingsval-unum. Talan er ikki um støðuga gongd, men talið av valevnum er hækkað so við og við. Í lógini er einki hámark fyri talinum á valevnum. Í seksti árunum vóru valevnini oftast fýra fyri hvønn flokkin, í sjeyti árunum vóru tey umleið eitt fyri hvørt valdømi (7), og síðani er talið hækkað so við og við, inntil tað á seinastu valunum heilt er eskploderað.
Hjálagda talva vísir talið av valevnum hjá hvørjum flokkinum og tilsaman, hvussu nógvar kvinnur hava verið at valt ímillum, og hvussu stór valluttøkan hevur verið. Tilfarið er fingið til vega síðani valið týsdagin. Her er eingin niður-støða hesum viðvíkjandi. Men her eru tølini, og so ber til hjá áhugaðum at gera sær sínar metingar um, um tað út frá søguligu gongdini ber til at siga nakað um, hvussu tað hevði sást aftur í fólkatingsvalum í framtíðini, um flokkarnir gjørdu innanhýsis semju um at lækka talið á valevnum. Løgmaður nevndi fýra valevni í part, sum er sama talið, ið var tað vanliga í seksti árunum, og í prátinum eftir valsendingina týskvøldið helt onkur, at tað hevði verið passaligt at havt sjey valevni á hvørjum lista. Tað vil siga sama talið, sum var tað vanliga í sjeyti árunum.
Onkrar staðfestingar
Hóast hon ikki hevur verið støðugt vaksandi, so er eyðsæð, at áhugin fyri at taka lut í fólkatingsvalinum hevur verið vaksandi. Tað kunnu vera fleiri orsøkir fyri hesum. Ein er, at føroyingar sum heild tykjast hava væl størri áhuga fyri at taka lut í valum, enn teir áður hava havt. Tað kann hava við tað at gera, at fjølmiðlarnir draga politikkin og politikkararnar nærri veljarunum, enn teir áður hava verið, og tað kann eisini hava við tað at gera, at føroyingar sum heild eru betri útbúnir og harvið kanska politiskt tilvitaðir nú, enn teir áður hava verið. Ikki minst er hetta galdandi fyri konufólkini.
Í 2001 var valluttøkan hægri, enn hon nakrantíð áður hevur verið á fólaktingsvalinum. Tá hevði fullveldisætlanin verið frammi í trý ár, uttan at veljarin hevði havt møguleika at geva sína áskoðan til kennar á løgtingsvalum ella fólkatingsvalum. Tað varð mett sum ein av orsøkunum til, at áhugin var so stórur.
Hóast valluttøkan hesa ferð var eitt sindur lægri, so var hon stór, tá ið sammett verður við nógv av undanfarnu fólkatingsvalunum. Hesa ferð ber ikki til at siga, at føroyski veljarin hevur verið svangur eftir at velja, um tað ber til at siga tað soleiðis. Kommunuval var í november, og tað vóru løgtingsval bæði í 2002 og í 2004. At tað í Gallup kanning varð roknað við, at kappingin var tøtt um teir báðar sessirnar, kann hava havt við sær, at lut-tøkan var størri, enn hon ofta hevur verið áður.
Umframt politiskar orsøkir so kunnu í hvussu so er tvær aðrar orsøkir verða til, at valluttøkan er so nógv hækkað. Ein er, at valevnini eru vorðin fleiri, og ein onnur er, at talið á kvinnum, sum bjóða seg fram á fólkatingsvalunum, er økt nógv í níti árunum.
Kvinnuligi parturin av valevnunum fer nevyan at minka. Heldur fer gongdin at verða tann, at eins nógvar kvinnur sum menn fara at bjóða seg fram.
Spurningurin er, um valluttøk-an fer at minka, um flokkarnir finna fram til semju um, at talið av valevnum skal verða lægri, enn tað hevur verið tær seinastu ferðirnar. Tað er ivaleyst soleiðis, at tað í valstríðnum og serliga millum tey ókendu og óroyndu valevnini eru einstøku valevnini, sum royna at fáa síni næstu at fara á val. Í flestu førum er ikki talan um skipað floksapparat, men heldur er tað soleiðis, at tað eru valevnini, sum reka hvørt fyri seg. Eingin vil vera lakastur í atkvøðubýtinum, og tá ið tættleikin er so mikið stórur, sum hann ofta hevur verið millum stóru flokkarnar, so kunnu tað vera atkvøðurnar, sum tey, ið fáa minst, skava saman, ið gera av, hvør verður valdur.
???
Tal á valevnum og valluttøka

ABCDEFOÍaltKvinnurValluttøka
197347886639254,6
1975778830156,4
1977878778550362,9
1979881089851865,4
19819998111056755,4
1984108991248661,0
1987121618101010761768,9
198814251715 11510971470,3
19901117 8 811 964754,4
19941125 9 81217 3861262,3
1998121816 311601366,1
2001172619 320 7922180,0
2005222326 721101073372,7

Lutfalsliga atkvøðutalið hjá nr. 1, nr. 1-2 og listanum 2005

2005A (22)B (23)C (26)D(7)E (21)H (10)
Nummar 154,724,621,538,044,443,2
Nr. 1-271,345,841,869,361,670,8
Listaatkv. 2,511,46,66,23,710,0

1973A (4)B (7)C (8)D (8)E (6)F (6)
Nummar 147,125,068,945,954,168,2
Nr. 1-280,941,976,665,570,375,6
Listaatkv. 7,417,7 6,110,7 6,2 5,8