Størri fyrimunir við reyðum korti

Ein betrað skipan hevur nú við sær, at kundar hjá Tryggingarfelagnum nógv skjótari kunnu fáa nýggjan leigubil, um óhappið ger um seg á uttanlandsferðum Steðgar bilurin upp uttanlanda, bjóðar Tryggingarfelagið Føroyar nú føroyskum bileigarum ókeypis leigubil nærum beinanvegin.

Fyrr kom javnan fyri, at uppsteðgaðir føroyskir bileigarar bíðaðu fleiri dagar, áðrenn teir fingu annan bil at ferðast víðari við uttanlands. Hetta er nú søga. Nú kanst tú fáa ókeypis leigubil longu tríggjar tímar eftir, at tín bilur er komin á hóskandi verkstað uttanlands.

- Nýggju reglurnar hava við sær, at nógv fleiri føroyingar kunnu bjarga sær bilferðina, hóast bilurin steðgar upp. Nú ber til at koma skjótt víðari til frítíðarstaðin ella heim aftur í leigubili, sigur Edvard Heen, varastjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum.

Fyrr fekst tú ongan ókeypis leigubil, um tín bilur kundi verða umvældur á staðnum, áðrenn tríggir yrkadagar vóru farnir. Tók umvælingin júst tríggjar dagar, ja, so ráddi um at brynja seg við toli. Men nú verður nógv lættari at leggja til brots aftur. Sambært nýggju treytunum kanst tú longu fáa leigubilin, um tín bilur ikki kann verða umvældur í mesta lagi tríggir arbeiðstímar eftir, at hann er komin á verkstað. Reyða kortið gevur tær rætt til ókeypis leigubil í 21 dagar. Hetta er bert galdandi fyri tey, sum hava skrokktryggjað bilin ella annað akfar, sum vigar í mesta lagi 3 tons.