– Størri enn við Svøríki

EM: Svenski landsliðsvenjarin hjá Íslandi, Lars Lagerbäck, sigur avrikini nú vera enn meira serlig enn tey, hann hevur havt við svenska landsliðnum, tí her hevur tað nógv at siga fyri eina heila tjóð

– Kenslan at koma higar sum “underdog” og so at kunna vísa hetta her, er fantastiskt.



Tað sigur svenski landsliðsvenjarin hjá Íslandi, Lars Lagerbäck, ið altíð hevur verið kendur sum eitt stórt taktiskt begávilsi, men sum nú av álvara sær út til at blóma sum venjari saman við íslendska fótbóltslandsliðnum.



Áttandapartsfinalan byrjaði eisini, sum óivað mong høvdu væntað, at Ongland fekk brotsspark og mál til 1-0 eftir fýra minuttir, men sum í so mongum undanfarnum dystum, var tað ikki endin á “dreingjunum hjá Lagerbäck”, at byrjanin bleiv tann ringast hugsandi.



Fullkomið verjuspæl

Tveir minuttir seinni var 1-1, og íslendingar tóktust púra óávirkaðir av tí, ið hendi á vøllinum, og tá dysturin var 18 minuttir gamal, hevði Ísland hinvegin lagt seg á odda 2-1, og restin er líkasum søga – ella “saga”, sum íslendingar sjálvur vildu rópt tað…



Spurningurin, fleiri mundu seta sær, var um íslendingarnir fóru at orka at halda fast allan vegin, men hóast spælararnir vóru sera moyrir ímóti endanum, megnaðu teir at halda tørn og vinna dystin, ið venjarin var sera fegin um:



– Dysturin fór ein heldur óvæntaðan veg við hasum báðum skjótu málunum, sum komu. Tíverri vóru vit heldur passivir, tá vit eftir 2-1 málið byrjaðu at verja leiðsluna, men um tú sært dystin sum eina heild, var talan mestsum um fullkomið verjuspæl frá okkara síðu, er niðurstøðan hjá Lars Lagerbäck.



Avrikið nógv at siga

Tá liðugt varð, var sjálvandi alt á gosi – næstan bókstaviliga – men mitt í øllum meldrinum og lyftu ørmunum var landsliðsvenjarin púra róligur og royndi í samrøðu við svenska sjónvarpið, SVT, at seta orð á upplivingina:



– Um eg skal samanbera hetta við tíðina sum svenskur landsliðsvenjari, so var verjuspælið eisini tað, vit maktaðu best tá, sigur Lars Lagerbäck, ið altso enn ongantíð hevur roynt at tapt ein dyst ímóti Onglandi.



– Men við hesum spælarunum og hesum landinum er tað enn meira serstakt. Tað hevur líkasum meira at siga, at vit eru “underdog”, og so hevur tað eisini nógv at siga fyri alla tjóðina, hvat vit avrika.