Størri enn gullið at vinna á Luksemborg

(Rás2) Hoyr Jón Weihe Simonsen seta orð á minniliga sigurin hjá føroyska U20 manslandsliðnum í flogbólti

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið frásøgumaðurin hjá Rás2 hevði við føroyska U20 landsliðsleikaran í flogbólti, Jón Weihe Simonsen aftaná Jón saman við liðfeløgunum hevði vunnið ein minniligan fimmsettara á Luksemborg.

 

Fyri Jón Weihe Simonsen og liðfelagarnar var tað ein sindur løgin kensla at standa við silvurkrónunum aftaná at hava vunnið á gullvinnarunum.

 

Men fyri Jón Weihe Simonsen var tað størri og týdningarmiklari at vinna á Luksemborg enn akkurát at vinna gull í EM-kappingini fyri smátjóðir.

 

Jón Weihe Simonsen er sera fegin um stuðulin hann og liðfelagarnir fingu í dystunum ímóti Íslandi, Skotlandi og Luksemborg.