Størri at vinna FM sum venjari enn spælari (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein var gestur í fótbóltspanelinum hjá FM1 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina Fótbóltspanelið, ið var partur av SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag.

 

Gestur var núverandi høvuðsvenjarin hjá betrideildarliðnum hjá Skála, Eyðun Klakstein.

 

Høvuðsverturin, Tróndur Arge og Eyðun Klakstein umrøddu:

 

1) VFF-finaluna Skála spælir ímóti HB á Tórsvølli í morgin klokkan 17.

2) Málsetningin hjá Skála í betrideildini hetta kappingarárið.

3) Yrkisleiðina hjá Eyðuni sum spælara hjá besta liðnum hjá KÍ, har hann vann tvey FM og eina steypakapping.

4) Gongdina og avrikini Eyðun hevur havt sum venjari hjá KÍ, B36 og Skála.

5) Nakrir skjótir spurningar til Eyðun um ymiskt.

6) Gongdina hjá Tottenham, ið er liðið Eyðun fylgir í Premier League.

 

Onkrir viðkomandi og stuttligir spurningar og viðmerkingar komu eisini inn til sendingina, og slapp Eyðun Klakstein eisini at svara hesum spurningunum. 

 

Eyðun Klakstein var eisini spurdur um hvat er størri: At vinna FM sum spælari ella at vinna FM sum venjari. Eyðun mátti gruna eina lítla løtu, men staðfestir, at sum venjari hevur ein ábyrgd av allari gongdini, og tí er tað helst eitt sindur størri at vinna sum venjari.