Wilhelm Wilhelmsen hevur sum so mangir aðrir norskir reiðarar roynt at útvega norskum reiðaríum somu skattareglur, sum reiðarí í øðrum evropeiskum londum hava, men til fánýtis. Nú gevst hann við royndunum og hevur gjørt av at flagga skipini út, skrivar Aftenposten.
Reiðaríið hjá Wilhelm Wilhelmsen er saman við tí svenska Wallenius tað størsta í heiminum, tá tað snýr seg um bilflutning. Felagið eigur 150 bilaflutningsskip og hevur bílagt ikki færri enn 42 nýbygningar. Felagið hevur 13.500 starvsfólk í 72 londum, og í fjør gav raksturin 1,3 milliard krónur í avlopi.
Tað er ikki bara Wilhelm Wilhelmsen, sum umhugsar at strika tað norska flaggið, og fleiri reiðarí hava longu gjørt tað sama. Fyri nøkrum fáum árum síðani var Noreg triðstørsta sjóferðslutjóðin í heiminum mátað í tonsatali. Í dag er landið nummar sjey á listanum.










