Stórpolitikkur í franska skottilburðinum

Uttanríkispolitiski stjórin hjá ES, Catherine Ashton, er ikki væl umtókt í Ísrael, eftir at hon helt eina røðu í Bruxelles í dag um palestinsk flóttafólk. Í røðuni fordømdi hon, at børn lata lív í ófriði og øðrum og nevndi skottilburðin í einum fronskum skúla í gjár, hópdrápið á Utøya í fjør, bussvanlukkuna í Sveis og børn, sum lata lív av ófriði í Gaza-geiranum.

Hetta seinasta dømið fall ikki í góða jørð í Ísrael. Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri (myndin), sigur seg harmast um, at Catherine Ashton samanbar barnamorðini í Fraklandi við verjuátøk hjá ísraelska herinum, sum eru ætlað yvirgangsmonnum, sum brúka síni børn sum livandi skjøldur.

Eisini ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, hevur funnist at Catherine Asthon. Hann sigur orð hennara vera øsandi og veruleikafjar.