Stórmeistarin fekk harða viðferð frá føroyingum

Talv

Finska legendan, 58 ára gamli GM Heikki Westerinen, fekk fyrstu fimm umførini í FM 2003 Atlantic Airways Cup á páskum, av at vita frá føroyingum. Tá hevði hann longu tapt á trimum føroyingum; Eyðuni Nolsøe, Hans Kristiani Simonsen og Ólavi Simonsen, sum allir hegnisliga høvdu vunnið á legenduni. Eg sjálvur og Finnbjørn Vang leiktu javnleik ímóti honum í ávíkavist øðrum og fjórða umfari.
Westerinen hevur fyrr leikt í kapping í Føroyum. Nevnliga í stórsligu VISA-kappingini í Norðurlandahúsinum í 1997, har hann somuleiðis hevði trupulleikar við føroyskari mótstøðu. John Arni Nilssen vann tá eitt spennandi talv ímóti honum.
Stutt um Westerinen kann nevnast, at hann heili átjan ferðir hevur umboðað Finnland í Talvolympiadu. Hetta var í árunum 1962-1996 (!). Umframt, at hann hevur verið yrkistelvari burturav í útvið seinastu 40 árini, er hann útbúgvin støddfrøðingur á Lærda Háskúlanum í Helsinki.

Viknaður - men eldhugaður
Finnin er síðani seinastu vitjan í Føroyum eldur seks ár, og tað byrjar, tíverri, at síggjast á telving hansara. Hann er meira nervøsur enn t.d í 1997, sær ikki leikrøðir, sum hann fyrr uttan at blunkað hevði sæð og leikt, og eisini er rating hansara í stórari ferð farin skeiva vegin og er nú áljóðandi á umleið 2350, eftir hesi páskir.
Men hugur hansara til talvítróttin er framvegis øgiligur, og er tað hugtakandi at síggja hvussu nógvar kappingar hann á hvørjum ári leikar. Sera áhugavert er at analysera saman við honum eftir lokið talv. Er fryntligur, hevur ómetaliga gott tol, serliga tá endatalv umræður, og dámar honum eisini væl at fylgja øðrum talvum og analysera tað saman við teimum, ið telvað hava talvið.
Hann fylgdi dúgliga við FM-umdystinum millum Martin Poulsen (sum vit í seinastu viku frætti varð kosin føroyameistari), Ólavur Simonsen og Flóvin Tór Næs, á fyrstu rekkju. Sat pinnastillur við sinum egnu tonkum, og tað sást at hann við góðum huga, fylgdi við hvør bleiv føroyameistari anno 2003.
Tað sást tó ikki á Westerinen, at kapping hansara ikki varð av teimum bestu. Kanska var hann av góðum orsøkum fegin um, at hann hóast alt náddi 50% skoru, tá hugsað verður um ótespiligu fyrstu fimm umførini hansara.
Finski stórmeistarin reisti seg í miðari kapping, og tapti einki talv hareftir. Leikti tríggir javnleikir ímóti útlendingum, eitt nú ímóti kappingarvinnaranum IM Pilgaard, og vann harumframt á trimum føroyingum; Torbjørn Thomsen, Flóvin Tór Næs og Jóan Hendrik Andreasen. Ein góð uppreisn hjá Westerinen ímóti føroysku mótstøðuni.

Tríggjar perlur
Teir fyrrnevndu føroyingar, sum vunnu á Westerinen, niðurspældi í roynd og veru finnlendingin. Ímóti Eyðun fekk hann als ikki reist seg eftir framfýsna og góða álopsspæl Eyðunsar, og stóð hann til tap longu eftir eini 15 leikir. Nærum sama søgan varð ímóti Ólavi, meðan Hans Kristian vann eitt positionelt flott talv, har finnin somuleiðis ongantíð hevði góða støðu. Talvið millum GM Westerinen og Ólav er við í blaðnum í dag.