Leygardagin 24. mars kl. 15.00 verður tann árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík fyri tey yngru liðini.
Kappast verður í tveimum aldursbólkunum:
pinkur
smágentur
Fimleikafeløgini ið eru við eru:
Havnar Fimleikarfelag
Fimleikafelagið Ljósið
Støkk
og Fok.
Hjá pinkum eru fýra lið, og smágentum trý lið, sum skulu kappast móti hvørjum øðrum. Pinkur kappast bert í einari seriu, meðan smágenturnar gera eina fría seriu og eina við amboðum. Í ár hava smágentur ringar sum amboð.
Gestaliðini á sýningini verða gentu- og kvinnuliðini úr HF og Ljósinum.
Í stuttum kann sigast, at dømt verður bæði tøkniligt, har serligur dentur verður lagdur á torleikastøðið, og listarligt, har mest verður hugt eftir koreografiini.
Byrjað verður kl. 15.00 og kappingarnar verða í hesi raðfylgju:
pinkur
smágentur frí íðkan
smágentur amboð