Tað var ikki smávegis vekt, tá Petur Hans Hildibjartur Winther fletti veðrar í Skopun í dag. Teir flettu tilsamans fimm veðrar, og her vigaði hin lættasti 59 pund.
Teir fimm veðrarnir vigaðu nevniliga 59, 62, 68, 80 og 86 pund. Allir vóru teir veturgamlir, so hetta er ein fantastisk vekt hjá Petur Hans Hildibjartur Winther.
Lesarar, sum fáast við seyð og fletting um dagarnar, eru vælkomin at senda okkum tekst og myndir á teldupostadressuna - post(at)sosialurin.fo
##med2##












