Travel Mart
Súsanna Sørensen er onga løtu í iva um, at stórir vakstrarmøguleikar eru innan føroyska ferðafólkavinnu. Hon heldur, at henda vinnugrein saktans kann koma at geva uppaftur meira útlendskan valuta til landið, enn hon ger í dag.
Í løtuni er ferðafólkavinna helst hin trið størsta í landinum, tó nógv minni enn tvær størstu vinnugreinarnar.
Handlingsætlan
Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Jørgen Niclasen, vísti í Sosialinum í síðstu viku á, at ætlanin er at seta av 9 miljónir krónur um árið í trý ár til tess at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland, serliga úti, men eisini heima, so føroyingar í enn størri mun kunnu síggja møguleikarnar í at ferðast í egnum landi.
Súsanna Sørensen sigur, at tey í uttanríkisráðnum nú eru farin í holt við at gera eina handlingsætlan fyri, hvussu Føroyar skulu marknaðarførast.
- Hetta er ein ætlan, sum vit ætla at leggja saman við ferðavinnufelagnum og ferðavinnuni annars. Her verður hugt at, hvørjum marknaði vit skulu fara eftir, og hvørjum fólkum vit skulu fara eftir á hesum marknaðum – og hvussu vit kunnu røkka teimum.
Hon vísir á, at við teirri fíggjarorku, vit hava og
við tí fólki, vit hava tøk, er tað ógvuliga týdningarmikið, at vit eru fokuseraði upp á, hvar vit fara.
- Tí er tað so neyðugt, at vit saman finna út av, hvar vit trúgva, at vit hava bestu møguleikar at fáa fólk til Føroya.
Hon sigur, at Danmark náttúrliga er høvuðsmarknaðurin, og her skulu vit gerast nógv meira sjónlig.
- Bretland er eisini ein áhugaverdur marknaður – við beinleiðis flúgving hjá Atlantsflogi til London, sum bert tekur tveir tímar. Í Týsklandi ger Smyril Line eitt stórt arbeiði, og eisini verður tosað um, at Italia kann vera áhugavert.
Súsanna vísir á, at vit eisini hava vit sæð ein vøkstur við ferðafólkum úr Hálandi, og tí skulu vit sjálvsagt hyggja eftir, hvat tað eru fyri fólk vit kunnu fáa úr hesum londum.
Vánalig hagtøl
Leiðarin á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum ásannar, at ein trupulleiki hjá Føroyum er, at vit hava ikki nóg góð hagtøl. Tað er tí trupult at siga, um talan er um øking ella minking í tali av ferðafólkum.
- Vit fáa tøl frá flutningsfeløgunum, og vit hoyra frá stóru hotellunum í høvuðsstaðnum, at tey hava havt nógv færri vitjandi. Eg haldi tað vera ótrúliga neyðugt, at vit hava grundleggjandi hagtøl, soleiðis at vit kunnu síggja, hvussu nógv fólk vit fáa hendanvegin – og eisini fyri at meta um, hvørt tey átøk vit gera, gera mun.
Súsanna vísir á, at Føroyar soleiðis kunnu koma at brúka eina rúgvu av pengum á ymisku marknaðum, men um vit ikki kunnu máta, um tað koma fleiri ferðafólk til landið av hesum átøkum, eru vit eitt sindur í blindum.
Einki ávíst tal
Hon sigur, at Føroyar ikki hava sett sær nakað ávíst mál fyri, hvussu nógv ferðafólk, vit kundu hugsað okkum at fingið til landið.
- Tað koma eini 45.000 ferðafólk til Føroya um árið, og tá eru cruise-ferðafólkini ikki tald upp í. Tey eru kanska líka nógv eisini. Men hetta er ein annar bólkur, sum kanska ikki er líka áhugaverdur fyri okkum, tá hesi neyvan leggja líka nógvan pening eftir seg til føroyska samfelagið, sigur leiðarin á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum, Súsanna Sørensen.










