Stórir møguleikar í nýggjum samstarvi

- Tað er væl kent í Føroyum, at fleiri standa saman um at lyfta vinnuligar verkætlanir, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Nú verður møguleiki hjá fyritøkum at søkja um lán gjøgnum crowdlending. Føroyska orðið fyri crowdlending er hóplán, sum tað eisini kann rópast. Talan er um eitt samstarv millum Suðuroyar Sparikassa og danska felagið Flex Funding, sum fíggingarmaðurin, Henrik Vad, stendur aftanfyri.

 

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, sær stórar møguleikar í hesum nýggja samstarvi, og heldur, at sparikassin við hesum samstarvi kann víðka munandi um sín marknaðarpart fyri vinnulánum. Haraftrat kann sparikassin halda fast við innlánskundarnar og hava møguleikar at fáa enn fleiri kundar, samstundis sum stovnurin kann bjóða privatum og vinnuligum íleggjarum eitt heilt nýtt og spennandi tilboð at lána beinleiðis til fyritøkur.

 

- Tað er væl kent í Føroyum, at fleiri standa saman um at lyfta vinnuligar verkætlanir. Tá lunnar eru lagdir undir virkir, ella skip eru keypt hevur verið vanligt at ganga frá hurð til hurð og spyrja fólk, um tey vilja seta pengar í vinnuvirksemi. Hetta kann samanberast við crowdfunding ella hópfígging.

 

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa vísir á, at tað nýggja við crowdfunding er, at hetta er ein nýggjur platformur - ella eitt talgilt torg, har fólk møtast fyri at læna og lána út pengar.

 

Henrik Vad sigur, at samstarvið, sum nú er fingið í lag við Suðuroyar Sparikassa, er eitt satt gjøgnumbrot í Skandinaviu fyri crowdfunding.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at talan er um eitt beinleiðis samband við ein peningastovn, og eg eri vísur í, at hetta bert er byrjanin til, at enn fleiri skandinaviskar fyritøkur aftur fáa betri atgongd til kappingarfør lán, sum kunnu stimbra teirra framtíðar vøkstur, sigur Henrik Vad.

 

Talgildi pallurin hjá Flex Funding virkar á tann hátt, at fyritøkur kunnu lána úr 200.000 krónum til eina fasta og kappingarføra rentu við afturgjaldstíð úr seks mánaðum til tíggju ár. Peningurin kemur frá privatum og vinnuligum lánveitarum, sum við at lána fyritøkum pening, kunna fáa eina betri rentu í mun til søguliga lágu innlánsrentuna, sum peningastovnarnir hava latið hesi seinastu árini.

 

Søren L. Bruhn sigur, at Suðuroyar Sparikassi ætlar at verða við til at fíggja upp til 25 prosent av einstøku lánunum á platforminum – tó í mesta lagi 800.000 krónur fyri hvørt lánið, meðan aðrir lánveitarar á talgilda pallinum hjá Flex Funding lána restina út.

 

Samstarvið millum Suðuroyar Sparikassa og Flex Funding merkir eisini, at danskir íleggjarar nú fáa møguleikan at veita føroyskum fyritøkum lán, eins og føroyskir íleggjarar fáa møguleika at veita donskum fyritøkum lán. Samstarvið er eitt sonevnt “white label”-samstarv sum merkir, at kundarnir knýta seg beinleiðis á talgilda pallin hjá Flex Funding umvegis heimasíðuna hjá Suðuroyar Sparikassa.

 

Skipanin er eisini tillagað føroyskum viðurskiftum, eitt nú P-tøl, V-tøl, postnummur, lánsavtalur, tinglýsing v.m. Við samstarvinum millum Flex Funding og Suðuroyar Sparikassa verður sparikassin hin fyrsti, sum bjóðar føroyingum crowdfunding ella hóplán.