Stýrir Juvel fyri at lætta um hjá abbanum

(Bátaradio) Hoyr fitta bátaradioprátið Vilmund Jacobsen gjørdi við 14 ára gamla, Magnus Dansson Jacobsen, sum er abbasonur Heðin Zachariassen

- Eg stýri Juvel, so abbi eisini kann hava tíð at práta við fólk, sum eru við umborð. Orðini eigur tann óføri og hugagóði, Magnus Dansson Jacobsen úr Kollafirði, sum er 14 ár.

 

Magnus Dansson Jacobsen er abbasonur Heðin Zachariassen, sum er borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað stutta og fitta prátið Vilmund Jacobsen, reportari hjá Rás2 gjørdi við Magnus Dansson Jacobsen beinleiðis í sendingini "Bátaradio".