Nú verða møguleikarnir kannaðir fyri gera eitt tættari tilknýti ímillum Rúsuna og Posta.
Endamálið er at fáa raksturin bíligari.
Sofus Clementsen, stjóri í Posta, sigur, at enn er onki ítøkiligt hent í málinum, men at
hetta er eitt hugskot, sum er reist fyri at effektivisera og rationalisera raksturin.
Fleiri fyrimunir
Kortini dugur hann at síggja fleiri eyðsýndar fyrimunir við at leggja Posta og Rúsdrekkasøluna saman.
- Rúsdrekkasølan hevur seks deildir kring landið og eftir nýggjár hevur Posta sjey deildir kring landið – og tað er at kalla í somu plássum.
- Samstundis vísir tað seg, at virksemið hjá Posta fyllir minni og minni, so stovnurin krevur ikki nógv pláss.
Hann vísir eisini á, at Posta hevur rættiliga stórt goymslupláss á høvuðsstøðini á Óðinshædd í Havn.
- Samstundis flytir Posta rættiliga nógv fyri Rúsuna kring alt landið, umframt at Posta hevur eitt fult útbygt útbreiðslusnet, bæði hvat viðvíkur flutningi til landið og til flutning innanlands, har bilar hjá stovninum eru á hvørjari deild tvær ferðir um dagin.
Tí heldur Sofus Clementsen, at tað er ein fyrimunur at hýsa báðum stovnunum undir sama taki við tað, at raksturin verður rationellari.
- Tað er ein rationalisering bæði hvat hølisviðurskiftum og hvat flutningi viðvíkur, leggur hann afturat
Sofus Clementsen leggur afturat, at enn eru ongar útrokningar gjørdar, sum nágreiniliga lýsa fyrimunirnar og vansarnar við eini slíkari samanlegging.
Hava tosað saman
Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsuni váttar, at tey hava tosað við Posta um samstarv.
Vit hava greitt frá, hvør okkara tørvur er og meiri er ikki hent í málinum.
- Hetta er alt á kanningarstøði enn, sigur hon
Hon sigur, at Posta er væl fyri, hvat hølum og flutningi viðvíkur og støðan er longu tað, at Posta flytir rættiliga nógv fyri Rúsuna frammanundan.
Men hon leggur dent á, at Rúsan kann ikki frammanundan taka ein veitara fram um ein annan og skal virksemi hjá Rúsuni í samstarv við aðrar stovnar ella fyritøkur, er ongin ivi um, at má tað bjóðast út í almennum útboði.
Les eisini greinina: Virksemi hjá Rúsuni bjóðast út