Stýrimaðurin sovnaði á brúnni

Nú er greitt, hví íslendska farmaskipið "Pólfoss" sigldi á land á oynni Austbø í Nordland í Noregi í morgun. Norska løgreglan sigur, at skipið fór á land, tí stýrimaðurin, sum hevði vakt á brúnni, sovnaði.

-Hetta hava vit fingið at vita frá skiparanum, sigur Bjørn Fossland hjá løgregluni í Helgeland við norska kringvarpið NRK. Hann leggur afturat, at løgreglan metir hendingina álvarssama.

-Hetta fær avleiðingar. Tá eit so stórt skip siglir, skulu teir, sum stýra tí, ikki sovna. Tað er greitt, at vit meta málið álvarssamt sigur Bjørn Fossland.

Tað 82 metrar langa skipið, sum er fermt við 1.800 tonsum av frystum fiskavørum, sigldi á land við 13 míla ferð, men tað er ikki líkt til, at skipið hevur fingið nakran stórvegis skaða.