Jógvan Philbrow
Tá fíggjarkreppan rakti heimin, í november í fjør, fingu politikararnir eitt gott høvi at geva henni skyldina fyri búskaparstøðuna í landinum. Veruleikin er ein heilt annar, fíggjarkreppan hevur, í mun til onnur lond, sera lítla ávirkan á okkara búskap. Veruligi trupulleikin er og hevur verið væntandi politisk kós og væntandi hugsjónir.
Fyrsta ABC samgongan setti gongd í okkurt positivt, nevniliga arbeiði við “Visjón 2015”, tó bleiv úrslitið sum vænta – ætlanin var løgd aftast í niðastu skuffu – eingin hevur sæð nakað til hana síðani.
Hugsjónirnar ið vóru í “Visjón 2015” ætlanini vóru, á nógvum økjum, frambrot í mun til verandi støðu, men í dag kunnu vit bert staðfesta at ilt er at fáa eyga á nakra broyting í førda politikkinum. Í staðin hava sparingar innan almennar tænastur og veitingar verið eyðkenni fyri tíðina eftir “Visjón 2015”. Serliga hava sparingar innan serstovnar og tænastur, til okkara veikastu borgarum, verði ein “trend” hesi seinastu árini.
Spurningar ið liggja eftir eru
• hvat skal til fyri at fáa samfelagið á føtur aftur
• hvat er tað fyri eitt samfelag ið vit vilja hava?
Skulu vit halda fram við samfelagnum har ið búskapurin stendur í miðdepilin, har ið vit øll verða vigaði í mun til kapital virði, ið tí vit framleiða, við skipanum gjørdar at verja kapitalin hjá nøkrum fáum, har ið vit menniskju bert skulu leggja okkum inn undir skipanina og góðtaka at kapitalurin stýrir?
Ella skulu vit miða móti einum samfelagið ið setur menniskja fyrst, har ið øll hava sama grundleggjandi virði, har ið vit tillaga skipanina soleiðis at hon tænir menniskjanum ið her býr?
Er tíðin ikki komin at vit seta okkum niður og royna at finna útav hvat fyri samfelag vit skulu hava? Eitt samfelag fyri tey fáu og sterku ella eitt samfelag ið er ríkað av fjølbroytni og virkisfýsni, har øll sleppa at luttaka?










