Stóri pallur er á altjóða stigi

Eingin pallur í Føroyum kann samanberast við stóra pall á Summar Festivalinum, siga fyrireikararnir av festivalinum.

Størstu konsertirnar í Føroyum seinastu árini eru hýstar á Stóra Palli á Vágsbøi í Klaksvík, har Summar Festivalurin verður hildin á hvørjum ári. Til tað krevst pallur og útgerð á altjóða stigi, skriva fyrireikararnir av Summar Festivalinum í tíðindaskrivi.

Stóri Pallur er risastórur, og er hann á tremur við nýggjastu ljóð- og ljósútgerð. Tað er Ljóðtøkni, ið veitir ljóð og ljós til Summarfestivalin, og gjøgnum útlendskar og føroyskar samstarvsfelagar letur fyritøkan alla neyðuga útgerð og vitan til pallarnar.

Ofta kunnu krøvini frá útlendsku stjørnunum vera krevjandi, men Summar Festivalurin leggur stóran dent á, at sangbólkarnir fáa tað, sum teir biðja um. Tað er eisini hetta, sum ger tað gjørligt hjá Summar Festivalinum at leggja pall til konsertir við heimsstjørnum sum Cliff Richard, The Scorpions, Westlife, Roxette, Lukas Graham og øðrum. Uttan ein pall á altjóða stigi, høvdu hesar konsertir ongantíð verið veruleiki, staðfesta fyrireikararnir.

Á komandi Summarfestivalinum, sum verður hildin hetta vikuskiftið, skal Stóri Pallur hýsa konsertum hjá nøvnum sum Cliff Richard, HighasaKite, Hermes House Band, Boyzlife, Kristinu Bærendsen og Signar í Homrum.