Stúrið ikki fyri svínakrími

Boðini frá føroyska pandemibólkinum eru greið. Føroyingar hava onga orsøk at stúra, men vit eiga at ansa okkum fyri líkasælu

Svínakrím

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Mánadagin boðaði heimsheilsustovnurin WHO frá, at teir høvdu sett tilbúgvingarstigið upp á stig 3. Hetta eftir at útbrotið av H1N1-beinkríminum ella nýkrími í Meksiko var komið í ljósmálan.

Longu týsdagin komu boðini at teir høvdu sett tilbúgvingarstigið upp á 4, og mikukvøldið settu teir tilbúgvingina á stig 5, ið er tað seinasta tilbúgvingarstigið áðrenn ein heimsfarsótt ella pandemi er veruleiki.

Tá heimsheilsustovnurin boðar frá, at tilbúgvingarstigið verður sett upp, ávirkar tað eisini Føroyar.

Føroyar hava ein sokallaðan pandemibólk, ið verður kallaður saman, skuldi hóttanin um eina pandemi verðið veruleiki. Í hesum pandemibólki eru umboðaði ovasta serfrøðin í fyribyrging, heilsumyndugleikarnir, so sum landslæknin, landsapotekarin og yvirlæknar, og tilbúgvingin.


Eru tiknir á bóli

Hóast tað ikki enn var neyðugt, kallaði landslæknin, sum er Høgni Debes Joensen, pandemibólkin inn til fund hósdagin (í gjár). Tá var tilbúgvingarstøðið á stig 3, og tí var tað bara fyri at binda um heilan fingur, at hann kallaði bólkin saman.

Men longu áðrenn fundurin var hildin, hevði WHO hækkað tilbúgvingarstigið tvær ferðir, og hetta hevur tikið ikki bert teir føroysku, men allar heimsins heilsumyndugleikar á bóli.

- Hetta hevur gingið óvanliga skjótt. Vanliga ganga tað vikur, mánaðir ella upp til ár millum at stigini verða hækkaði. Hesaferð hevur tað verið lítið meira enn eitt døgn ímillum, og tað er komið púra óvart á øll, segði landslæknin á tíðindafundi hjá pandemibólkinum í gjár.


Eiga ikki at óttast

Pandemibólkurin hevði fund í allan gjár. Á fundinum varð aktuella støðan viðvíkjandi H1N1-beinkríminum viðgjørd gjølla og pandemitilbúgvingarætlanin, sum varð gjørd í 2006, gjøgnumgingin.

Tá hesin fundur var av, kallaði pandemibólkurin inn til tíðindafund, og har vóru boðini sera greið.

- Vit hava enn onga sum helst orsøk til at vera bangin ella at stúra. Men hinvegin mugu vit heldur ikki vera líkasæl. Støðan er álvarslig, og tí eiga vit at ansa eitt sindur eftir. Men enn er eingin orsøk at vera bangin, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni og formaður í Pandemibólkinum.

Høgni Debes Joensen, landslækni, sigur, at hóast tað higartil hevur gingið sera skjótt fram móti eini pandemi, væntar hann ikki at vit koma inn í fasu 6, ið er pandemifasan, innan vikur, men at vit heldur tosa um mánaðir, áðrenn tað er komið hartil.