Stýrið fyri Norðurlandahúsið havt seinasta fundin

Skeiðið er runnið, og nýtt stýrið skal nú finnast. Seinasti fundurin var í seinastu viku, tá alt stýrið varð savnað

Enn er ikki gjørt av, hvør skal sita í stýrinum næsta skeið. Tað eru mentamálaráðharrarnir í Norðurlondunum, sum skulu velja ein lim í part í stýrið. Finland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ísland hava ein lim, meðan Føroyar hevur tríggjar. Grønland og Áland kunnu luttaka við sum eygleiðarar, men bara Grønland hevur nýtt henda møguleikan.

Teir tríggir føroysku limirnir eru Óli Mittún Petersen, Schumann Hansen og Karin Kjølbro, sum eisini hevur verið næstformaður. Tey hava øll sitið eitt skeið, og kunnu tískil verða vald einaferð afturat. Limir í stýrinum kunnu í mesta lagi sita tvey skeið.

Seinasti fundurin var miku- og hósdagin í seinastu viku. Umrødd vórðu vanlig mál sum rakstur, tólini, ið hoyra til húsið og standurin í húsinum, sum er í lagi. Uppskot var frammi frá nøkrum av hinum limunum um, at alt starvsfólk í húsinum skuldi verða sett í eitt ávíst áramál, sum skuldi verða fýra ár.

Hesum settu føroysku limirnir seg ímóti, og tað verður eftir øllum at døma av ongum. Føroysku limirnir mettu, at tað var óheppið, um starvsfólk ikki kundu fáa fast starv í húsinum. Eisini vóru broytingarnar í sambandi við festivalarnar viðgjørdar.

Schumann Hansen hevur sitið í stýrinum, og hann heldur, at skeiðið hevur hilnast væl. Stjóraskiftið gekk smidliga fyri seg, og størri partur av virkseminum hjá húsinum er flutt úr Havnini út um oyggjarnar. Nú er 21 prosent av virkseminum uttanfyri Havnina, meðan tað var 10 prosent áðrenn.