Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur sambært nýggju kringvarpslógini, sum kom í gildi á nýggjárinum, tilnevnt stýrið fyri Kringvarp Føroya.
Stýrið hjá Kringvarpinum er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaða ábyrgd av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og aðrar fyriskipanir um virksemi stovnsins verða fylgdar.
Sambært kringvarpslógini verða fýra limir og fýra varalimir valdir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ein limur og ein varalimur verða valdir sum umboð fyri starvsfólkini í Kringvarpi Føroya, og landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir tveir limir og tveir varalimir.
Ymsar førleikar
Eftir tilmæli frá flokkunum hevur landsstýrismaðurin valt Kristinu Samuelsen, Páll Isholm, Eyðun Joensen og Miu Pedersen. Dia Midjord er valdur sum umboð fyri starvsfólkini. Landsstýrismaðurin hevur sjálvur valt Símun Absalonsen og Kristu Hvannastein. Landsstýrismaðurin hevur sambært kringvarpslógini tilnevnt formann og næstformann fyri stýrið.
Stýrislimirnir skulu, sambært lógini, samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti.
Fíggjarligur formaður
Vit spurdu Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, hví hann valdi Símun Absalonsen til formann í stýrinum. Hann sigur, at tá hann sá samansetingina av nevndini, eftir at flokkarnir og kringvarpið høvdu valt síni umboð, varnaðist hann, at stýrinum vantaði ein persón við fíggjarligum førleikum.
- Símun Absalonsen er granskoðari og sera dugnaligur. Hetta er hetta orsøkin til, at eg valdi hann, sigur landsstýrismaðurin.
Símun Absalonsen hevði ikki hug at práta um nýggja sessin enn, tí hann vildi bíða til nevndin hevur verið saman um einar 14 dagar.
Tilnevnd í stýrið eru:
-Símun Absalonsen, grannskoðari, Tórshavn, formaður
-Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Tórshavn, næstformaður
-Páll Isholm, cand. mag., Syðrugøta
-Krista Hvannastein, námsfrøðingur, Haraldssund
-Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, Tórshavn
-Mia Pedersen, sjúkrarøktarfrøðingur, Vestmanna
-Dia Midjord, journalistur, Tórshavn
Varalimir eru: 
-Durita Djurholm, HD í roknskapi, Tórshavn, varalimur fyri Símun Absalonsen 
-Jógvan  Fríðriksson, prestur, Gjaranes, varalimur fyri Kristinu Samuelsen
-Sigurlaug Nielsen, lærari, Vestmanna, varalimur fyri Páll Isholm
-Uni Næs, prestur, Fuglafjørður, varalimur fyri Kristu Hvannastein
-Marita Dalsgaard, skúlastjóri, Glyvrar, varalimur fyri Eyðun Joensen
-Hjørdis Háberg Petersen, avgreiðslufólk, Kollafjørður, varalimur fyri Miu Pedersen
-Herluf Sørensen, framleiðsluleiðari, Tórshavn, varalimur fyri Dia Midjord










