Hósdagin 2. mai verður stóri finaludagurin í skúlafótbólti í Marghøllini í Vági. Skúlafótbóltur er eitt av stóru spennandi nýggju ítróttartiltøkunum í Føroyum, sum er vorðin veruleiki í einum samstarvi millum FC Suðuroy, Marghøllina, Vágs kommunu og Fótbóltssamband Føroya.
- Tá skúlafótbóltur varð settur á breddan á sumri 2018, vóru vónirnar, at tað fóru at koma eini fimm hundrað til seks hundrað fólk til skúlafótbólt í 2018/2019. Nú finaludagurin verður í morgin er greitt, at bara sjálvan finaludagin koma fleiri enn sjey hundrað børn at spæla hálvfinalur og finalur í Marghøllini. Til innleiðandi umførini hava fleiri enn 1.800 skúlanæmingar kappast í øllum skúlaárgangum, boða fyriskiparnir frá.
Til stóra finaludagin verða spældir tilsamans 40 dystir í hálvfinalum og finalum. Byrjað verður klokkan 12.30, og hildið verður áfram til klokkan 16.00. Í Marghøllini og í telti uttanfyri Marghøllina verður møguleiki at keypa ymiskt til matna og kaffi & kakur. Sum vant verður Páls Høll eisini opin, soleiðis at tey vitjandi kunnu fara at svimja, eftir at tey eru liðug við finalurnar, siga fyriskipararnir.